Hálvur toftamaður Ph.D. í kemi bert 28 ára gamal

Tann 7. oktober verjir Johannes Nygaard Lamhauge Ph.D ritgerð í kemi við Aarhus Universitet. Heitið á ritgerðini, sum er á enskum, er “Expanding the Frontiers of Enamine Catalysis: Asymmetric Umpolung Reactions and 1,3-Dipolar Cycloadditions.”  Drigið saman á donskum: "Katalyse til fremstilling af kemiske spejlbilleder".

 

Verjan, sum er almenn, fer fram  leygardagin tann 7. oktober 2023 kl. 13:15 í Bygning 1514, lokale 213, Aud. I, Institut for Kemi, Aarhus Universitet, Langelandsgade 140, 8000 Aarhus C.

 

Johannes Nygaard Lamhauge er uppvaksin í Ulfborg í Mið Jyllandi. Hann er bert 28 ára gamal, nú hann verjir Ph.D ritgerð sína. Johannes er sonur Lise Lotte K. Nygaard frá Nr. Nissum og Sámal Lamhauge av Toftum.