Hamas leggur treytir við

Hamas er sinnað at gera semju við Ísrael um vápnahvíld, men ikki treytaleyst. Tað segði oddamaðurin í Hamas, Khaled Meshaal, við tíðindafólk í dag.

-Vit eru ikki ímóti vápnahvíld, men vit hava greiðar treytir. Í stuttum merkir tað, at Ísrael skal gevast við sínum ágangi, og at landið gevst við at byrgja okkum inni, segði Meshaal á einum tíðindafundi í egyptiska høvuðsstaðnum Kairo.

Hann legði afturat, at USA og Evropa arbeiða fyri friði, og Ísrael hevur biðið Egyptaland gera sítt til at fáa eina vápnahvíld í lag, segði Hamas-leiðarin.

Ísraelska stjórnin avsannar, at hon hevur biðið um vápnahvíld.