Hamradun við nýggjum staklagi: Nætur níggju

Hoyr nýggja sangin "Nætur níggju" her.

Jón Einarsson hevur sniðgivið.

Seinasta árið hevur bólkurin Hamradun arbeitt við at gera eina nýggja útgávu, sum kemur út í næstum.

 

Ein av sangunum á nýggju útgávuni er nú givin út sum staklag. Talan er um sangin "Nætur níggju", og hann er tøkur at hoyra á YouTube og stroymingartænastuni Spotify.

 

Um sangin skriva teir úr Hamradum soleiðis:

 

- Sangur um at lata fyri at fáa. At ofra okkurt fyri at leggja nýggja leið í livinum. Lata hurðar aftur og aðrar upp, leggja leiðina um fyri at finna nýggjar gøtur – endurføðing! 

 

Nýggja útgávan verður annars teirra triðja útgáva. Hamradun fara at hava útgávukonsert í Norðurlandahúsinum tann 4. mai 2024.

 

– Okur fara okur á eini ferð í føroyskari og norðurlendskari søgu og kvøtt og sungið verður um farnar tíðir - hesar søgur eru viðkomandi enn og kunnu tær enn kveika okkum í lívsins leiki! Sungið verður á føroyskum, gøtudonskum og á forna málinum í Hetlandi, siga teir úr Hamraduni. 

 

Hoyr nýggja sangin "Nætur níggju" her:

 

##med2##

 

Jón Einarsson hevur sniðgivið.