Heystskeiðið á Føroya Handarbeiðsskúla í Klaksvík er nú at enda komið.
Í hesum sambandi skipar skúlin komandi leygardag fyri framsýning av øllum tí, sum næmingarnir hav afingið av skafti hetta skeiðið.
Fyrireikararnir vóna, at nógv fara at nýta høvið at leggja leiðina fram við Bøgøtu 3 og støkka inn á gólvið. Til tess at hugna um gestirnar bjóðar skúlin ein drekkamunn í sambandi við framsýningina.
Opið er leygardagin 12. des. frá kl. 10 til 18.
Sum lýst í bløðunum byrjar skúlin aftur í komandi ári við smáskeiðum.