Aðrir uppisjóvarskipabólkar mannaðir við føroyingum fara sambært somu uppgerð eisini at renna seg í loftið fyrsta dagin, um kvotan ikki verður hækkað.
Um somu tíð, hevur landsstýrismaðurin við fiskivinnumálum, Jacob Vestergaard sent boð eftir trolarum úr Suðurkyrrahavi, sum so at siga bara eru mannaðir við útlendingum, at koma hegar at fiska makrel.
Hetta verður gjørt sjálvt um einki bendir á, at verandi skip ikki fara at klára at fiska ásettu makrelkvotuna og reiðiliga tað.
Tað merkir at skip við føroyskari manning fara at verða løgd við bryggju, samstundis sum skip við fremmandari manning byrja at fiska.
Hví Fólkaflokkurin vil standa modell til slíkt er óskiljandi?