Skúlaflokkar í 20 londum kring Europa luttaka í einum projekti, ið á føroyskum verður nevnt Ungt Virki. Á Føroya Handilsskúla í Havn er ein flokkur, F3, sum eisini tekur lut í projektinum. Tey hava síðan tíðliga í heyst stríðst við at gera síni egnu virkir. Eginpeningin hava tey sjálvi útvegað og keyp og søla fer fram í reiðum peningi.
Endamálið við hesum arbeiði er at fáa fleiri ung at tora at seta virkir á stovn. Á eini framsýning á handilsskúlanum fríggjadagin fara bólkarnir at hava sín egna sølubás, har tað eisini verður gjørligt at keypa framleiðslurnar hjá teimum ymsu bólkunum.
Teir 4 bólkarnir/virkini í F3 eita Miðan, Telememo, Antik og Disc Watch, og framleiðslan spennir heilt úr ullintum lendavermarum til skáp!
Antik
Vit vóru á handilsskúlanum og hittu tey 5, Nancy Hejnesen, Jonu Jensen, Hall Gunnarsson, Rógva Joensen og Bárð Háberg, sum í felag hava stovnað virkið Antik, sum fæst við framleiðslu og sølu av skápum. Tey greiða frá, at tað byrjaði við, at tey,tá tey vóru upptikin á skúlan, fingu ein fyrispurning frá leiðslu skúlans, ið spurdi, um tey høvdu áhuga fyri at koma í ein flokk, sum skuldi stovna síni egnu virkir í skúlaárinum. Hesi 5 vóru millum tey, ið góvu játtandi svar. Tá ið tey byrjaðu í skúlanum, vóru tey so býtt í 4 bólkar. Hesir skuldu síðan finna sær eina framleiðslu, ið tey mettu hava møguleika fyri at bera seg.
Hugskotið
kom úr Stockholm
Sonja Oyrabø Petersen, lærari á handilsskúlanum, samskipar tiltakið. Hon sigur við Sosialin, at hon einaferð var bjóðað til Stockholm, har Nordisk Ministerråd hevði samlað lærarar til at gera undirvísingartilfar til arbeiða við á internetinum. Har kom hon í bólk við tey, sum høvdu Ung Virksomhed, og soleiðis tók hon hugskotið við sær til Føroya. Hesin bólurin hevði ætlanir um at hava handilssamband yvir internetið. Tað vil siga, at næmingarnir høvdu møguleika fyri at selja sínar vørur yvir internetið. Hon sigur eisini, at tey royndu hetta í fjør, men við ikki eins góðum úrsliti sum í ár. Hetta kemst helst av, at í fjør vóru næmingarnir noyddir til at arbeiða við tí, meðan tað í ár bert eru næmingar, sum vístu tiltakinum áhuga, ið taka lut.
Teir 5 næmingarnir greiða frá, at tey hava arbeitt uttan beinleiðis hjálp frá lærarunum. Tey fóru sjálvi út at finna fyritøkur, ið vóru fúsar til at stuðla teimum, og tað eydnaðist eisini. Tey hava fingið stuðul frá 5 fyritøkum, HH-Trans, Miklagarði, Hjá Fróða, Dáanum og so Stakksmiðkuni, ið hevur smíðað skápini fyri tey.
Spennandi
og lærurík tíð
Næmingarnir siga víðari, at hetta hevur verið ein sera strævin, men spennandi og lærurík tíð, sum tey ikki høvdu viljað verið fyri uttan.
Ein kundi kanska trúð, at eitt tílíkt arbeiði hevur ávirkað vanligu tímatalvuna, men so er ikki. Næmingar hava tó fingið frí frá vanligu tímunum, tá ið tey hava havt serligan tørv á tí. Alt arbeiði er annars farið fram eftir skúlatíð!
Nancy Hejnesen, ið er stjóri í Antik, sigur, at tey í arbeiðinum hava lært at stovna eitt virki, at reka eitt virki og at taka av eitt virki. Tá ið skúlaárið endar, skulu tey lata ein likvidatiónsroknskap inn til ummælis.
Tey hava framleitt 20 skáp fyri fyrst, og søluprísurin er kr. 998,-. Tað er heldur ikki uttan orsøk, at tey hava valt at framleiða 20 skáp við einum søluprísi á kr. 998,-. Um tey selja fyri meira enn kr. 20.000,- eru tey noydd til at gjalda meirvirðisgjald, og so lønar teg seg ikki!
Vinnandi bólkurin
skal í donsku finaluna
Alt hetta er partur av einari kapping, ið nevnist Young European Enterprise. Tá ið lærarar á handilsskúlanum saman við umboðum úr føroyska vinnulívinum hava valt tað besta virkið í F3, fer vinnandi bólkurin at taka lut í teirri donsku finalini. Alt endar so við einari stórari europeiskari finalu. Næmingarnir fáa eisini eitt prógv frá Ung Virksomhed fyri at hava luttikið í projektinum.
Sonja Oyrabø Petersen sigur, at slíkar kappingar eisini eru í Ameriku og Asia.
Hjá teimum, sum hava áhuga fyri at hoyra nærri um tiltakið og síggja framleiðsluna, ber til at fara á sølustevnuni á Handilsskúlanum í Havn seinnapartin fríggjadagin.