Handilsvirkið Haraldsen í 100 ár

Týsdagin verða 100 ár liðin, síðani Jákup Haraldesen byrjaði handilsvirksemi sítt í Fuglafirði. Í hesum sambandi býður Haraldsen til móttøku í Mentanarhúsinum hinu megin vegin leygardagin komandi frá klokkan 14-17

Jákup Haraldsen varð borin í heim í Elduvík 2. november 1891 og setti sær fyri at seta á stovn nýtt handilsvirki í Fuglafirði, einans 22 ára gamal. Væl stuðlaður heimanífrá bygdi hann sethús og krambúðarbygning á Bugnum í Fuglafirði, og tann 25. november 1914 læt hann handilin upp.

Hetta var byrjanin til eina ríka handilssøgu úr Fuglafirði, har familjan Haraldsen hevur verið við frá byrjan til dagin í dag.

Tann 25. november í ár eru 100 ár liðin síðani Jákup Haraldsen setti virkið á stovn í Fuglafirði, og í hesum sambandi verður hátíðarhald fyri familju, vinfólki, samstarvsfelagum, kundum og starvsfólki í Mentanarhúsinum leygardagin 22. november frá kl. 14.00 – 17.00. Á skránni verður ábit, tónleikur og ymiskt annað, siga tey hjá P/F Haraldsen í Fuglafirði.