Handlar sleppa ikki at selja øl og vín

Framsókn er einasti flokkur á tingi, sum vil geva matvøruhandlum loyvi at selja øl og vín

Tað er nú púra greitt, at tað verður ikki fyribils at matvøruhandlar eisini sleppa at selja øl og vín.

 

Poul Michelsen, tingmaður fyri Framsókn, hevur lagt uppskot fyri løgtingið um at loyva matvøruhandlum at selja øl og vín.

 

Men nú uppskotið hevur verið til viðgerðar í nevndini, er greitt, at tað hevur ongan livandi møguleika fyri at tað verður samtykt, tí allir flokkarnir eru samdir um at mæla løgtinginum frá at samtykkja tað.

 

Her er talan um umboð fyri Fólkaflokkin, Sambandsflokkin, Javnaðarflokkin, Sjálvstýrisflokkin og Tjóðveldi.

 

Miðflokkurin hevur ikki umboð í vinnunevndini, men tað er so vist sum amen í kirkjuni, at hann tekur heldur ikki undir við uppskotinum.

 

Av øllum flokkum á løgtingi, er tað sostatt bara Poul Michelsen sjálvur, sum tekur undir við at loyva handlum at selja øl og vín.

 

Í vinnunevndini staðfesta Alfred Olsen úr Sambandsflokkinum, og Kári P. Højgaard úr Sjálvstýrisflokkinum, at Fólkaheilsuráðið hevur mælt frá at samtykkja uppskotið.

Teir báðir vísa eisini á, at rúsdrekka er ikki ein vanlig handilsvøra og tí hoyrir tað ikki heima í einum matvøruhandli.

 

- Allar kanningar vísa, at jú lættari tað verður at fáa fatur á rúsdrekka, jú meiri verður drukkið siga teir báðir.

 

Bjørt Samuelsen úr Tjóðveldi, Aksel V. Johannesen úr Javnaðarflokkinum, og teir tríggir fólkafloksmenninir, Bjarni Djurholm, Janus Rein og Hanus Samró, halda, at  uppskotið frá Framsókn reisir eitt neyðugt kjak um at endurskoða rúsdrekkalógin.

 

Tey skilja væl, at summi vilja loyva handlum at selja øl og vín, tí slepst undan at fara í Rúsuna at keypa.  Men at lata heilsølur, og onnur, sleppa at innflyta og selja rúsdrekka, er tó eitt stórt stig at taka, tí tað merkir, at vit leggja um til ein grundleggjandi øðrvísi rúsdrekkapolitikk.

 

- Fólkaheilsuráðið ivast ikki í, at tað, sum hevur størst ávirkan á rúsdrekkanýtsluna, eru prísirnir og, hvussu lætt tað er at fáa fatur á. Lættari tað er at fáa fatur á, og lægri prísi,r merkir við øðrum orðum størri nýtslu av rúsdrekka.

 

- Fer rúsdrekka út í handlarnar, so verður tað munandi lættari at fáa fatur á, ikki minst tá ið hugsað verður um, at matvøruhandlarnir hava opið frá tíðliga á morgni til seint á kvøldi.

 

Løgtingsfólkini í Javnaðarflokkinum, Tjóðveldi og Fólkaflokkinum, staðfesta, at tað er neyvan av ongum, at flestu grannalond okkara halda fæst í ymiskum útgávum av einkarsølum.

 

Tey staðfesta, at Danmark, og partvíst Grønland, hava ein nógv frælsari rúsdrekkapolitikk, enn hini Norðurlondini, og hagtøl vísa eisini, at har verður munandi meira drukkið enn í hinum norðurlondunum.

 

Kortini halda tey, at Rúsan eigur at verða nútímansgjørd og um eina løtu ber til at lesa meiri her á info um, hvat tey hugsa um í hesum sambandi.