Demokratiski flokkurin hjá Kostas Karmanlis fekk 45,5 prosent av atkvøðunum á tjóðartingsvalinum sunnudagin, og tað gav flokkinum 165 av teimum 300 tingsessunum. Demokratiski flokkurin kann sostatt skipa stjórn einsamallur, og fyri fyrstu ferð í ellivu ár noyðast sosialistarnir at lata valdið frá sær.
Kostas Karmanlis er 48 ára gamal og tann yngsti grikski forsætisráðharrin nakrantíð. Hann hevur amerikanska løgfrøðiútbúgving og sigst vera væl fyrireikaður til ta nýggju uppgávuna.
Men hann fær eisini úr at gera. Arbeiðsloysið í Grikkalandi er næstan tíggju prosent, og inflasjónin hevur verið støðugt veksandi, síðani landið fekk sær evruna til gjaldoyra.
Ein annar trupulleiki er, at Athen er vertur fyri teimum olympisku leikunum í summar, men enn eru fyrireikingarnar ikki komnar meiri enn í helvt. Men eisini ta uppgávuna ætlar Kostas Karmanlis sær at loysa.
? Vit fara at gera okkara besta til, at teir olympisku leikirnir verða teir bestu og tryggastu, sum verið hava. Leikirnir eru ein góður møguleiki hjá Grikkalandi at vísa, at landið er eitt nútímans samfelag, segði Karmanlis sunnukvøldið.