Hann fer neyvan aftur í sigling hesa vikuna

Enn hava tey ikki fingið greiði á, hvussu stóran skaða hann fekk

Tað er ikki nógv, sum talar fyri, at strandfaraskipið, Hasfjord, kann setast í sigling aftur hesa vikuna. Tað sigur Jóan Petur Abrahamsen, virkandi stjóri á Strandferðsluni.  Fyri eini viku síðani fekk Hasfjord eitt heilt traktordekk um skrúvuna á veg inn í Skopunar Havn og tað gjørdi so stóran skaða at hann mátti sleipast til Havnar og takast upp á beding hjá Mest har hann skuldi takast upp í gjár.

 

Jóan Petur Abrahamsen sigur, at nú verður málið kannað. Kopling og gervið skulu takast sundur og so tey vænta at fáa yvirlit yvir skaðarnar í hesi vikuni. Og tað verður ikki fyrr enn at greiða fæst um kopling og gervið, ella gearið, eru so illa farin at tað verður neyðugt at fáa eykalutir uttanlands.

 

Virkandi stjórin á Strandferðsluni sigur, at vónin er, at einki er brotið, tí er einki brotið, væntar hann, at tey fáa umvælt tað. Men er nakað brotið, skal eykalutir til, men undir øllum umstøðum er tað óguliga sannlíkt, at hann fer at liggja longri enn hesa vikuna.