Hann hevur ongantíð áður hildið jól

Tá Barish Bekdik fyri nøkrum mánaðum síðani fekk tilboðið um at fara til Føroya sum AFS-næmingur, hevði hann ikki ánilsi av hvar landið lá. Hann fann tað nóg illa á landkortinum tá hann leitaði har. Nú tosar hann føroyskt og í morgin fer hann fyri fyrstu ferð í lívinum at halda jól. Hann er nevniliga muslim og tá teir ikki halda jól hevur hann ongantíð roynt tað fyrr

Í morgin er jólaaftan og tað er dagurin av øllum, sum vit vilja halda heima. Men ikki øll hava henda møguleika. Nøkur av okkara eru úti í heimi og halda jól, meðan nakrir útlendingar eru her hjá okkum og gera tað sama.

Tey allarflestu, sum eru her eru, sum vit sjálvi, von við at halda jól, meðan onnur antin halda jól á ein annan hátt, ella halda als ikki jól, og í slíkum førum má talan vera um eina ógvusliga broyting, tí sum tey allarflestu vita, so eru jól allastaðni har vit venda okkum í løtuni.


Jólast fyri fyrstu ferð

Tá húskið hjá Mads og Annelisu sessast við jólaborðið í annaðkvøld, er tað fyrstu ferð yvirhøvur, at 18 ára gamli Barish Bekdik heldur jól. Hann er føddur muslimur úr Turkalandi, og tey halda slettis ikki jól.

Hann er ikki vanur við jólatrø og jólapynt í heiminum, og hann er so slettis ikki vanur við, at ein heilur býur verður vendur á høvdið, sum høvuðsstaður okkara - ella alt landið fyri tað - er tað í hesum døgum.

? Hóast tað ikki er heilt fremmant fyri mær við jólum, so er tað fyrstu ferð, eg sjálvur fari at halda jól, og tað er spennandi, sigur Barish um tað, sum stendur fyri framman.

Orsøkin til, at hann er í Føroyum er, at hann er skiftisnæmingur, og sum ein slíkur gerst hann partur av húskinum og tá hevur hann ikki stórt annað at gera, enn at fylgja við í tí sum fyriferst innanveggja. Men hesum hevur hann so avgjørt einki ímóti.


Nýggjárið er tað stóra

Halda tey ikki jól í Turkalandi, so halda tey ístaðin nýggjár. Tað er tað stóra súsið hjá teimum, og í grundini kann tað á mangan hátt sammetast við okkara jól, bæði hvat mati, drekka og gávum viðvíkur.

? Eg haldi, at tú kanst sammeta nýggjárshaldið hjá okkum við jólahaldið hjá tykkum. Tað er sannur veitsludagur hjá okkum. Tá etur øll familjan saman, og aftan á hugna vit okkum. Tá geva vit eisini hvøjrum øðrum pakkar, sigur Barish og fær eitt langtandi eygnabrá, meðan hann hyggur fram fyri seg.

Leingist tær heim, nú tú hugsar um nýggjárið?

? Bæði og. Hetta er fyrstu ferð, at eg eri burtur heiman á nýggjárinum og eg rokni við, at eg fari at hugsa um, at nú sita tey og eta, og nú hugna tey sær, men eg haldi ikki at eg leingist beinleiðis. Kanska eitt sindur, sigur Barish.

Og skuldi longsulin farið at gjørt ov nógv um seg, so er eingin ivi um, at hann hevur nýggju »skildfólkini« aftan fyri seg, tá harðast leikar á.


Nógv øðrvísið her

Tað var eitt ordans lop, hesin ungi maðurin gjørdi, tá hann tók avgerð um at fara til Føroya. Umframt at vera einabarn, er hann sum sagt muslimur, og av fyrstun tíð søkti hann um at sleppa til Danmarkar.

Har endaði hann jú ikki, og hann gjørdist ikki sørt bilsin tá hann fekk tilboðið um at fara til Føroya sum AFS-næmingur.

Hann hevði ongantíð hoyrt um Føroyar og tað var ikki so frægt, at hann visti hvar Føroyar var. Hann fann tað nóg illa á landkortinum.

Eftir at hava tosað við eina gentu, sum hevði verið í Føroyum sum AFS-ari, tók Barish avgerð um at fara avstað, og hóast munurin er stórur millum Ismir og Havnina, so er hann ótrúliga glaður fyri at hann valdi Føroyar.

? Her er ótrúliga gott at vera, og tit eru øgiliga frí og duga væl at taka tað róligt. Tað er heilt øðrvísið, enn í Turkalandi, og tað dámar mær væl, sigur Barish.

Hann greiðir okkum frá, at í Turkalandi er tað óhugsandi, at ein lærari er »vinur« við næmingarnar í einum flokki, tí næmingarnir skulu hava virðing fyri læraranum á ein heilt annan hátt, enn her.

? Men mær dámar væl tykkara máta at vera uppá, tí tað gevur næmingunum størri frælsi, enn eg kenni heimanífrá, sigur Barish.

Eitt annað, sum Barish er serliga fegin um er, at hann hevur fingið ein beiggja. Tað hevur hann ongantíð havt fyrr, tí hann er nevniliga einabarn.

? Tað er ótrúliga gott. Um eg ikki sovni, so fari eg og banki upp á hjá Niclas og um hann ikki svevur, so hendir tað seg, at vit seta okkum at práta, sigur Barish við einum stórum smíli um andlitið, sum sigur, at tað er nakað, sum hann er serliga glaður fyri.


Fiskafrikadellurnar

er toppurin

Tað er kortini ikki bara sum at siga tað, at flyta úr einum landi í eitt annað. Sum vera mann er stórur munur á mentanini í londunum báðum, og bara maturin kann gerast ein forðing í sær sjálvum.

Kortini tykist Barish eisini verða fallin til hvat tí viðvíkur, og hann smæðist ikki burtur tá skerpikjøtið kemur á borðið. Og tá Annelisa setur fiskafrikadellurnar á borðið, er hann skjótur.

? Fiskafrikadellurnar er tann besti føroyski maturin, eg havi fingið, sigur Barish, sum ikki dugir at greiða frá hví so er.

Harafturímóti er hann einki serliga glaður fyri grind og turran fisk. Tað er ikki fallið í hansara smakk, men hann etur tað kortini.

Tá vit nú tosa um mat, so dylur hann ikki fyri, at tað hann saknar mest heimanífrá er frukt og grønmeti.

? Tað er øgiligt tað kostar nógv her. Tit gjalda 10-15 krónur fyri tíggju mandarinir. Tað er ræðuliga nógv. Í Turkalandi gjalda vit 1-2 krónur fyri 5 kilo av mandarinum. Tað sama er galdandi við fikum, sum eisini kostað nógva ferðir meiri enn tær kostað í Turkalandi, sigur hann.


Omman varð bangin

Sum vera mann er teinurin úr Ismir til Føroya langur, og tá ein er vanur at liva í góðum veðrið - eisini um veturin - so er tað ikki lætt at umstilla seg til føroyska veðurlagið.

Tað er Barish samdur í, og satt at siga heldur hann veðrið vera eina tað størstu forðingina í dagligdegnum.

? Haðani eg komi er gott veður enn og hitin liggur um eini 10 til 15 hitastig. Her er kalt og kavi, og tað kann gera tað eitt sindur hugtungt at fara útum. Men myrkrið er nokk tað ringasta av øllum. Tað er myrkt tá vit fara í skúla um morgunin og tað er myrkt tá vit koma aftur. Tað kann vera øgiliga strævið, heldur Barish.

Men tað er nú heldur ikki bara hjá honum tað er ringt at venja seg við veturin, tí heima í Ismir, hava tey ikki ordiliga fingið fatan av føroyska veðurlagnum. Tey hava eftir øllum at døma skilt, at tað er heldur enn ikki buldraligt her norðuri á leiðini.

Fyri kortum, tá illveðrið herjaði Danmark, bórust eisini tíðindini í Turkalandi, at ikki færri enn seks fólk høvdu latið lív í Danmark, og tað hevði loypt ótta á ommuna í Ismir.

? Hon veit at Føroyar eru longur norðuri enn Danmark, og tá hon hoyrdi, at illveðrið leikaði um Danmark, so ivaðist hon ikki í, at tað var nógva ferðir verri her, og hon var hjartkipt um ommusonin, fortelur Mads, sum nú er komin innar í stovuna.


Fer at lesa verkfrøði

Tá skúlagongdin er av og skiftisskeið hansara í Føroyum er av, vendir Barish Bekdik snútan aftur móti Ismir. Tað verður tó kortini fyri eitt styttri tíðarskeið, tí eins og flestu ungdómar á hansara aldri, hevur Barish gjørt av hvat hann skal takast við í framtíðini.

Hann hevur gjørt av at fara at lesa verkfrøði á Middle East Technical University, tá hann kemur heimaftur til Turkalands, og hann hevur í hvussu er fingið góðan uppbakning frá føroyska pápa sínum Mads, sum sjálvur er útbúgvin verkfrøðingur.

? Ja, vit hava brúkt nógva tíð at tosa saman, m.a. um framtíðar útbúgving hansara, sigur Mads.

Barish er í heila tikið ein turki, sum er ógvuliga vestansinnaður, eins og tey allarflestu eru á hansara leiðum. Hann hevur gingið í fronskum studentaskúla og dugir tí væl franskt eins og hann dugir sera væl enskt, so í so máta er hann væl fyri.

Hann er eisini sera væl tilvitaður um tað samansettu mentanina, hann er partur av. Turkaland er eitt ógvuliga samansett land við mentanum, sum eru ymiskar sum dagur og nátt.

Alt hetta kennir Barish væl, og hann dugir eisini væl at greiða frá tí. Hann veit væl, at tann ævigi sannleikin um kurdar, Öchalan og restina av Turkalandi hvørki finst í Turkalandi ella í tíðindaflutninginum vestanfyri, men onkustaðni mitt ímillum.

Men sannleiki er tað í øllum førum, at Barish í morgin á fyrsta sinni fer at halda jól. Tað ger hann saman við skyldfólkum sínum við Landavegin, skamt frá Vesturkirkjuni.