Sum tann fyrsti av teimum 50 amerikonsku statunum hevur Iowa uppstillingarval í dag. Tær seinastu vikurnar hava valevni hjá báðum flokkum ferðast aftur og fram og hildið eitt ótal av veljarafundum, har tey hava roynt at sannføra Iowa-veljararnar um, hvat teir skulu gera seinni í dag.
Ímeðan hava valserfrøðingar kannað, hvat kann avgera valið í Iowa og í hinum statunum, og teir flestu er á einum máli um, at spurningurin um eina nýggja kós hevur stóran týdning hjá báðum flokkum. Í heyst vísti ein kanning, at 46 prosent av teimum spurdu vildu hava eina nýggja kós í amerikonskum politikki, og ein kanning gamlaárskvøld segði tað sama.
Nýtt og gott gamalt
Washington Post heldur, at kravið um eina nýggja kós kann vera ein fyrimunur fyri Barrack Obama í kappingini við Hillary Clinton í uppstillingini hjá demokratunum. Obama hevur lýst seg sjálvan sum nakað nýtt, meðan Hillary hinvegin hevur víst á, at royndir hava størri týdning.
-Obama hevur skilt, hvat veljararnir vilja hava, og hann hevur fingið ta bestu byrjanina upp á uppstillingina, sigur valserfrøðingurin Peter D. Hart við Washington Post.
Fyri nøkrum døgum síðani bendi alt á, at Barrack Obama fór at vinna í Iowa. Tá góvu kanningarnar honum 32 prosent av atkvøðunum, meðan Hillary Clinton og Johyn Edwards lógu á ávikavist 25 og 24 prosentum. Nú er munurin tódnaður, og sambært Reuters gav tann seinasta kanningin Obama og Clinton 28 prosent í part og Edwards 26 prosent.
Umráðandi val
Valevni, sum standa seg illa í teimum fyrstu statunum, plaga vanliga at taka seg burtur úr kappingini, og tí er valið í Iowa í dag sera týdningarmikið hjá øllum valevnunum.
-Tað næsta valið er longu í næstu viku, og tí hevur einki av valevnunum ráð til at snáva í dag, sigur Dante Scala, professari í statsvísindi á lærda háskúlanum í New Hampshire, við NTB. Hann sigur, at tað er umráðandi hjá tí einstaka valevninum at vera á varðhaldi, tí annars kann valið vera avgjørt, áðrenn ein varnast tað.
Í næstu viku skulu valevnini dystast í New Hampshire, og søgan hevur víst, at tað valið er sera týdningarmikið. Frá 1952 til 1992 eydnaðist tað ongum valevni at vinna frosetavalið uttan at vinna í New Hampshire fyrst. Bill Clinton gjørdist undantakið.