Hann skipaði fyri atsóknini 11.9.2001

Pakistanin Khalid Sheikh Mohammed hevur viðgingið, at tað var hann, sum legði atsóknina at World Trade Center og Pentagon til rættis. Amerikonsku myndugleikarnir hava leingi havt illgruna um, at Khalid Sheikh Mohammed var høvuðsmaðurin aftan fyri atsóknina, og nú hevur verjumálaráðið Pentagon kunngjørt eina frágreiðing, har Khalid játtar seg sekan.

-Eg legði atsóknina 11. september í 2001 til rættis úr enda í annan, skal Khalid Sheikh Mohammed hava sagt undir avhoyringum í fangaleguni í Guantanamo.

Undir avhoyringunum skal pakistanin hava játtað at hava verið uppi í fleiri øðrum atsóknum, millum annað álopinum á World Trade Center í 1993 og bumbuálopið á Bali í Indonesia.