Sambært tíðarritinum Time fingu amerikonsku myndugleikarnir í síðstu viku eina ávaring um, at tann kendi yvirgangsmaðurin Abu Musab al-Zarqawi kann hava lagt ætlanir um at søkja at sokallaðum "bleytum málum" í USA. Hetta eru mál sum skúlar, leikhús og matstovur.
Trygdarráðgevin í Hvítu Húsunum, Stephen Hardley, vildi ikki vátta tíðindini, men hann sigur við Time, at amerikonsku myndugleikarnir hava fingið ábendingar um, at al-Zaeqawi hevur knýtt tættari samband við leiðaran í al-Qaeda, Osama bin Laden.
? Vit vita, at al-Qaeda hevur søkt av málum sum skúlum, leikhúsum og matstovum fyrr, men enn vita vit ikki, um teir ætla at fremja slík álop her, sigur Stephen Hardley.
Sambært Time skal ein fyrrverandi viðhaldsmaður hjá al-Zarqawi hava sagt, at tað ber væl til at sleppa til USA at femja atsóknir, bara ein hevur nóg mikið av pengum við sær. Í Honduras ber til at fáa tey neyðugu pappírini, og haðani ber til at ferðast ígjøgnum Meksiko og norður um amerikanska markið, skal maðurin hava sagt.
Amerikanararnir siga seg vera vísar í, at al-Zaeqawi er í Irak, og at tað er hann, sum skipar fyri teimum flestu atsóknunum har. Amerikanararnir hava lovað stóra finningarløn, verður hann avdúkaður, men higartil hevur tað verið til fánýtis. Tað sama er galdandi fyri Osama bin Laden, sum sambært amerikanarunum fjalir seg onkunstaðni á markinum ímillum Afghanistan og Pakistan.