Hann væntar at ætlanin fer at halda

Men nú gongur helst ein løta til fleiri føroyingar verða koppsettir fyri koronu

Nú verður tað helst ein løta, áðrenn fleiri føroyongar verða koppsettir fyri koronu. Hjalti Gunnarstein, landsapotekari sigur, at í løtuni eru trý koppingarevni góðkend, Pfizer, Moderna Astrazeneca, men hann sigur, at higartil hava føroyingar bara fingið Pfizer-koppingarevni.

Men einki koppingarevni kemur hesa vikuna og tað sær heldur ikki út at vit fáa nakað koppsetingarevni frá Moderna og Astrazeneca hesar næstu dagarnar.

Men hósdagin væntar hann at fáa boð frá myndugleikunum í Danmark, hvussu verður eftir tað. Hjalti Gunnarstein sigur, at støðan er so óviss, og broytist alla tíðina, og tí ber ikki til at leggja ætlanir longur enn tvær vikur fram.

Ein sending av Pfizer-koppingarevni við 1.300 skamtum skuldi koma hesa vikuna, men hon kemur ikki fyrr enn í næstu viku, men teir skamtirnir verða mestsum bara brúktir til at geva fólki, sum eru koppsett eina fer, tað seinnu sproytuna eisini, tí so eru tey liðugt koppsett. Men tað verður ikki hesa vikuna, og heldur ikki næstu viku, at fleiri føroyingar verða koppsettir, men so er spurningurin hvussu tað sær út við koppingarevni aftur í aðru viku, og um vit tá eisini fáa koppingarevni frá Moderna og Astrazeneca.

Hóast tað er eitt sindur ivingarsamt beint nú, væntar landsapotekarin, at koppingarætlanin fer at halda, so at allir føroyingar yvir 16 ár eru koppsettir áðrenn juni mánaði er farin.

Hann sigur, at fyritøkurnar, sum gera koppingarevni, leita eftir hølum til at økja um framleiðsluna, so hóast tað er minni til av koppingarevni beint nú, vænta tey at hála tað inn aftur.

– Samanumtikið er tað væntandi, at í mars kemur ferð á og tá ið mars mánaði er farin, hava vit fingið ta nøgd av koppingarevni, sum tað varð avtalað, at vit skuldu fáa, tað er bara forskotið eitt sindur, sigur hann.