Tað serliga við teimum var teirra uppruni. Menakhem var polskur jødi, og vit hava greitt frá hansara heilt serligu søgu. Hann kundi blivið eitt offur fyri Hitler, men fekk kortini eitt langt lív. Hann doyði fyri kortum 99 ára gamal.
Ikki minni serlig er søgan um konu hansara, Hanna, sum var týskur jødi. Hon upplivdi stýrið hjá Hitler alla hansara tíð.
Tað er nógv skrivað um hendan partin av søguni, men tað serliga er, at vit kunnu greiða frá hesi søgu frá einum persóni, sum sjálv hevur upplivað hana.
Hetta er ein ræðulig søga, og tað er skakandi, at hetta kann hava funnið stað í lívitíðini hjá mongum, sum eru á lívi í dag.
Her greiðir Hanna fyrst frá, hvussu tað var at vera barn í hesi tíðini, og hvussu børnini vóru happað bara tí tey vóru jødar.
Hon greiðir eisini frá tí alsamt vaksandi áganginum móti jødum, bara ti teir vóru jødar. Eitt dømi var ”Krystalnáttin” í 1938, sum Hanna persónliga upplivdi sum granni til eina synagogu, sum eldur var settur á.
Eisini greiðir hon frá, hvussu hon misti fyrst pápa sín. Hann fekk boð um at møta upp hjá løgregluni ein ávísan dag, men kom ongantíð heim aftur!
Mamman varð tikin í arbeiði sínum hjá enn kendu fyritøkuni Siemens og kom ikki aftur. Tað sama var við systir Honnu. Alt hetta kundi Hanna greiða frá uttan beiskleika.
Tað eydnaðist tó beiggjunum at sleppa av landinum.
Hanna var innløgd á sjúkrahús í Berlin, men varð seinni flutt á sjúkrahús í Theresienstadt í Tjekkslovakínum.
Ein dagin fær hon eini skrivlig ferðaboð, at hon ein ávísan dag skuldi fara við við ávísum toki, sum skuldi fara til týningarleguna Auschwitz. Hetta var tann vissi deyði!
Men tað sum bjargaði henni var, at ein lækni noktaði henni at fara við tokinum, tí hon var ov sjúk til ferðina!
Hesa ótrúligu søguna hava vit í Sosialinum hesaferð.
Sosialurin fæst í leysasølu kring landið í dag, og haldarar kunnu lesa blaðið á sos.fo við at logga á við haldaranummarinum.











