Løgtingið hevur í dag valt Hannu Vang, rættsassessor við Føroya Rætt og fakligan leiðara við Fútarættin til Løgtingsins umboðsmann fyri árini 2021-2025.
Hon er ættað úr Leirvík, dóttir Jústinus og Gudrun Eliasen, hann úr Lerivík og hon av Selatrað.
er útbúgvin løgfrøðingur frá Universitetinum í Keypmannahavn í 2005. Frá 2005 til 2010 hevur hon starvast sum politifulltrúi/almennur ákæri, har hon eisini fekk advokattilnevning í 2010. Frá 2010 til 2012 hevur Hanna verið adjunktur í løgfrøði á Fróðskaparsetrinum. Í 2012 gjørdist hon dómarafulltrúi við Føroya Rætt, og síðani 2018 hevur hon starvast sum rættsassessor. Í tíðini 2015 til 2019 hevur Hanna eisini verið knýtt at Fasta Gerðarætti, lutvíst sum formaður men eisini sum dómari.
Hanna Vang er 41 ára gomul og gift við Sigurð Ó. Vang, leiðara á mentanardeildini hjá Tórshavnar kommunu. Tey eiga tvey børn.
Stovnurin Løgtingsins Umboðsmaður var settur á stovn í 2001, tá fyrrverandi dómarin Jógvan H. Andreasen varð settur sum hin fyrsti umboðsmaðurin.
Løgtingsins Umboðsmaður verður settur fyri eitt fimm ára skeið. Jógvan H. Andreasen gavst eftir fyrsta skeiðið, og tann 1. januar í 2006 varð Sólja í Ólavsstovu sett í starvið. Hon er sett tvær ferðir síðani tá, og hevur nú gjørt av at leggja frá sær.
Tað var ein mælt samtykt í Løgtinginum at velja Honnu Vang til Løgtingsins Umboðsmann við atkvøðunum 31-0-0.