Hannefía Næs 85 ár

Í dag, 11. februar, verður Johanna Sofía – Hannefía – Næs 85 ár.

Hannefía er fødd og uppvaksin á Kirkju á Fugloynni, men sum ung kom hon til Havnar at tæna í heiminum hjá Ísaki Næs. Har hitti hon Rikard (1913-1995), og í 1952 giftust tey bæði. Saman fingu tey fimm børn. Katrin, sum býr í Hvannasundi, Jákup, sum býr í Havn, Maritu, sum býr í Nørre Snede í Danmark, Hjørdis, sum býr í Hoyvík og Jógvan, sum býr á Skála.

Ommubørnini eru átta í tali – Tóri, Rógvi, Hallgerð, Torbjørn, Elin, Ragnhild, Guðjón og Jóhan. Og seinnu árini eru fimm langomubørn eisini komin. Tey eru Durita, Marta, Rannvá, Niels Áki og Eyðun.

Hóast Hannefía, sum í dag býr á Tjarnargarði í Havn, longu flutti til Havnar sum blaðung, so hevur alskurin til heimbygdina altíð verið stórur. Og hóast tað við árunum er vorðið longri millum ferðirnar, so roynir hon framvegis at vitja heima í Fugloy.

Dagurin í dag verður hildin saman við familjuni í heiminum hjá Hjørdis í Niðurugøtu 12 í Hovyík.