Hannefía Næs 90 ár

Mánadagin 11. februar verður Hannefía Næs 90 ár.
Hannefía (f. Jacobsen) er fødd og uppvaksin á Kirkju á Fugloynni, men sum ung kom hon til Havnar at tæna í heiminum hjá Ísaki Næs (andaðist í 1915). Eitt skifti arbeiddi hon eisini á "St. Lucas Stiftelsen" hospitalinum í Keypmannhavn. Í Havn hitti hon Rikard (1913-1995), og í 1952 giftust tey bæði. Saman fingu tey fimm børn. Katrin, sum býr í Hvannasundi, Jákup, sum býr í Havn, Maritu, sum býr í Nørre Snede í Danmark, Hjørdis, sum býr í Hoyvík og Jógvan, sum býr á Skála. 
Ommubørnini eru átta í tali – Tóri, Rógvi, Hallgerð, Torbjørn, Elin, Ragnhild, Guðjón og Jóhan. Og seinnu árini eru seks langomubørn eisini komin. Tey eru Durita, Marta, Rannvá, Niels Áki, Eyðun og Brandur.
Hóast Hannefía, sum í dag býr á Tjarnargarði í Havn, longu flutti til Havnar sum blaðung, so hevur alskurin til heimbygdina altíð verið stórur. Og so leingi heilsan var til tað, royndi hon eisini at vitja í heimbygdini. 
Føðingardagurin verður hildin á Tjarnargarði frá klokkan 14 til 18. Inngongd frá parkeringsøkinum við Stoffalág.