Hans Fróði til Breiðablik

Miðverjin flytir frá Fram í bestu deildini og til felagið í Kópavogi, sum spælir í næstbestu íslendsku deildini

ÚTISETI

Tað hevur leingi verið greitt, at føroysku spælararnir, sum í ár spældu í Fram í Reykajvík, ikki fóru at halda fram í felagnum. Nú eru tað nógvar vikur síðani, at Fram boðaði frá hesum á heimasíðu sínari.
Enn er ikki greitt, hvar Fróði Benjaminsen fer at spæla næsta ár. Søgurnar m tann spurningin hava verið nógvar, men enn hevur einki verið at hoyrt frá Fróða.
Nú er greitt, at Hans Fróði Hansen fer at halda fram í íslendskum fótbólti. Hann flytir úr Fram og til Breiðablik. Tað vita íslendskir fjølmiðlar at siga. Talan er um felag í næstbestu deildini. Breiðablik er í Kópavogi, sum er dygst uttanfyri Reykjavík ella sum rættari er vorðin partur av íslendska høvuðsstaðnum.
Breiðablik flutti niður úr bestu deildini í 2001. Síðani hava teir verið í næstbestu deildini, og í ár endaðu teir á fjórða plássinum.