Hans Jørgen er bara ein sigur frá somu úrtøku sum í fjør (FM1)

(FM1) Annar venjarin hjá ÍF stórfegnast um góða sigurin á Skála, og ein nógv styrktan hóp hjá ÍF

##med2##

ÍF hevur longu fingið 50 prosent av teimum stigunum teir fingu í Betrideildini í fjør.

ÍF vann í dag ein góðan 2-1 sigur á Skála. Uros Stojanov syrgdi fyri báðum málunum hjá ÍF í hvør sínum hálvleiki. Poul Kallsberg minkaði um munin fyri Skála móti endanum. ÍF hevði eisini aðrar góðar royndir á træverkið hjá Skála.

Annar venjarin hjá ÍF, Hans Jørgen Djurhuus fegnast um tað, ið hann staðfestir var ein fult uppiborin sigur. Hann heldur ÍF hevði tamarhald á tí mesta á Skála í dag. 

Hin venjarin hjá ÍF er Ólavur Larsen. 

Hans Jørgen Djurhuus fegnast eisini um ein nógv styrktan hóp, og komandi sunnudag ætlar hann sær at hava líka stóra úrtøku, ið ÍF hevði alt farna kappingarár, nevnliga seks stig. Sunnudagin tekur ÍF móti HB í Fløtugerði í Fuglafirði. 

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðuna FM1 gjørdi við Hans Jørgen Djurhuus fyrr í kvøld. 

HER  ber til at hoyra samrøðuna FM1 gjørdi við høvuðsvenjaran hjá Skála, Bill McLeod Jacobsen.