Hans Jørgen er millum spælararnar

Bæði í NSÍ og ÍF eru fleiri broytingar á liðnum í kvøld

Tað eru fleiri broytingar á liðunum hjá bæði NSÍ og ÍF. Hesi bæði eru partar av oyggjauppgerð við Løkin í Runavík, har fyrsta bríksl verður klokkan 19.

Heilt merkisvert er tað, at annar av ÍF venjarunumm 41 ára gamli Hans Jørgen Djurhuus, er á spælaralistanum hjá ÍF. Hann er á beinkinum og klárur at tørna til á ÍF miðvøllinum, um tað verður neyðugt.

Bogi Løkin er fyri fyrstu ferð í ár millum teir fyrstu ellivu hjá ÌF. Hann er á sentrala miðvøllinum saman við Hákun Edmundsson. Bogi Løkin avloysir bróðurin, Karl Løkin, sum ímóti KÍ noyddist skaddur av vøllinum. Karl er tó á beinkinum íkvøld Miðverjin Jens Joensen er framvegis skaddur, og tí verður Tóri Nolsøe Olsen aftur í kvøld undir liðini  á liðformanninum Jan Ó. Ellingsgaard.

 

Hjá NSÍ er Salmundur Bech nýggjur á miðvøllinum, og Jóhan Troest Davidsen er eftir skaðasteðg ímóti Víkingi fríggjakvøldið aftur millum teir fyrstu ellivu. Teir báðir avloysa ávikavíst leikbannaða Aron Knudsen og Odd Á. Højgaard.

 

NSÍ – ÍF kl. 19.00

Dómari: Jóhan Hendrik Ellefsen

NSÍ: Tórður Thomsen – Jákup Jakobsen, Jóhan Troest Davidsen, Rógvi Egilstoft Nielsen – Bárður J. Hansen, Mórits Heini Mortensen, Betuel Hansen, Salmundur Bech, Jann J. Benjaminsen – Klæmint A. Olsen, Petur Knudsen

ÍF: Milos Budakovic – Sjúrður Pauli Nielsen, Tóri Nolsøe Olsen, Jan Ó. Ellingsgaard, Andy Ó. Olsen – Dánjal á Lakjuni, Bogi Løkin, Hákun Edmundsson, Ari Ó. Ellingsgaard – Filip Djordjevic, Uros Stojanov