Hans Jørgen givin sum venjari í ÍF

ÍF boðar í dag frá, at Hans Jørgen Djurhuus hevur sagt venjarasessin frá sær

Tað er ikki bara í HB, at broytingar eru í venjaratoyminum í dag. Eitt sindur óvæntað hevur Hans Jørgen Djurhuus sagt venjarasessin frá sær í ÍF. Tað boðar felagið frá heimasíðuni. Ólavur Larsen, sum saman við Hans Jørgen Djurhuus hevur staðið á odda fyri ÍF, heldur fram sum høvðusvenjari.

ÍF skrivar:

Vit skulu við hesum boða frá, at Hans Jørgen Djurhuus, annar av høvuðsvenjarunum farnu 2 árini, í dag hevur boðað okkum frá, at hann sigur seg úr starvi.

Uppgávurnar í dagliga starvinum fylla ov nógv í mun til at røkja eitt venjarastarv í Betri deildini.

Vit takka Hans Jørgen fyri tíðina, og ynskja honum blíðan byr framyvir. Samstarv millum nevnd og Hans Jørgen hevur verið fyrimyndarligt.

Ólavur Larsen kemur at halda fram sum venjari, og vit arbeiða víðari við at manna restina av toyminum.