Í Aberdeen var serlig tænastu fyri teir siglandi. Lutvíst hevði tað almenna ein umboðsmann í Aberdeen, og var hetta í fyrsta umfari Elias í Rættará. Men so var Hans Jacob Ellingsgaard eisini í Aberdeen sum sjómanstrúboðari. Hevur nakrantíð verið tørvur á tí, má tað hava verið undir slíkum umstøðum.
Fyri at fullfíggja frásøgnina hjá Johan um hendan partin av okkara sjómannasøgu fara vit fyrst at endurgeva part av teirri lýsing av Hans Jacob Ellingsgaard, sum Sofus Poulsen, okkara umboðsmaður í Aberdeen, í meira enn hálva øld hevði í FF-blaðnum í 2005:
Tað fyrsta sambandið, eg hevði við Ellingsgaard, sum hann var kallaður í Aberdeen, var eftir, at eg var komin niður higar í apríl í 1946. Tá var ein lesistova í Broad Street, har okkara sjómenn kundu vitja, og her virkaði Ellingsgaard. Hann kom niður higar at vera okkara sjómonnum til hjálpar, og var tað Heimamissiónin, sum stóð aftanfyri hansara starv her. Hann kom niður í 1941 við Juvel, sum var eitt av norsku skipunum, sum við manningini rýmdi undan nasistunum í Noregi. Seinni hevði hann konuna og yngru børnini Jensinu, Katrin, Brynjálv og Signhild við sær.
Ellingsgaard var altíð umborð á skipunum, tá ið tey komu í havn. Umframt at geva teimum "góð orð", hevði hann eisini ymiskt til lesna at geva teimum, sum tey føroysku bløðini, sum bæði lesistovan og umboðsstovan fingu sendandi niður hvørja viku. Ein svenskur sjómansprestur var eisini í Aberdeen, pastor Nordin, ein rættur gentlemaður. Okkara sjómenn fingu so høvi at fara niðan á lesistovuna at lesa bløðini ella at skriva brøv og annað, og fingu teir sjálvandi eisini ein kaffimunn og køku.
Eftir kríggið komu sera nógvir svenskir snurruvodsbátar higar at landa. Svenska kirkjan keypti ein kirkjubygning, sum stóð miðskeiðis inn frá longu trappuni frá havnini upp á Castle Gate, nærhendis har Salvation Army Head Quarters er. Ein annar av okkara sjómonnum vælkendur bygningur var eisini har á leið, nevniliga "Hunters" møbul og "altmøguligt" handil.
Nevnda kirkja varð so sett í stand og varð vígd av svenska Biskop Eidem. Umframt kirkjuna, so vóru eisini onnur hølir har. Her var lesistova, útvarp, spælistova og matstova, har ein fekk kaffi og køkur. Ein føroysk lesistova var eisini har. Har komu eisini nógvir danir og norðmenn, og kirkjan var vanliga nevnd The Scandinavian Church. Umframt fiskiskip komu eisini nógv skandinavisk farmaskip til Aberdeen, og komu hesar manningar eisini á vitjan hagar, tí bløð vóru her frá øllum teim skandinavisku londunum, sum hesir sjómenn so kundu lesa fyri at frætta hvat fyrifórst heima. Umframt gudstænastur plagdi Ellingsgaard og pastor Nordin at fyrireika útferðir við bussum. Eitt nógv vitjað pláss var "up Royal Deeside" til Glentanar Estate. Kona Lord Glentanar var norsk, og vóru skandinaviskir sjómenn altíð vælkomnir at vitja hagar.
Var ein hetja
Ikki mundi tað altíð vera so lætt at vera sjómannstrúboðari. Men Ellingsgaard var ein sera fittur maður, og hann var við síni stillu medferð væl búgvin til hetta starv. Skandinavar, sum búðu á Aberdeenleiðini, vitjaðu sjálvandi eisini The Scandinavian Church. Her vóru av og á eisini Musical Evenings, fyrilestrar og annað hildið í kirkjuni.
Ellingsgaard var í Aberdeen fleiri vetrar eftir krígslok, tí tey flestu av okkara skipum hildu fram at landa ísfisk her líka til byrjað varð at byggja flakavirkir heima, har fiskurin kundi vera landaður. Men fleiri hildu fram við at koma niður at landa.
Seinni árini av lívsstarvi sínum var Ellingsgaard okkara sjómonnum í Grønlandi til hjálpar, einamest á Ravns Stóroy. Hann var sjálvandi eisini ein góður stuðul hjá Kirkjuliga Missiónsfelagnum heima á ellisárunum, og hann var yvir 90 ára gamal, tá ið hann fór foldum frá. Ein sonn hetja og okkara sjómonnum ein trúgvur tænari meginpartin av lívi sínum.
Birita
Annars skrivar Hans Jacob meira um sína tíð í Aberdeen í endurminningarbók síni Birita, sum var navnið á báti hansara, sum hann hevði síni mongu ár í Grønlandi. Vit fara at endurgeva okkurt av tí, sum hann skrivar um tíðina í Aberdeen:
Tað vóru nógvir føroyingar, sum vóru sjúkir gjøgnum árini, meðan eg var í Aberdeen, og sum noyddust at fara í land á sjúkrahús. Tá fór eg á sjúkrahúsið at vitja teir. Tá ið teir so vóru útskrivaðir, hjálpti eg teimum at fáa innivist, til teir sluppu heim. Tá gingu ofta fleiri dagar, áðrenn teir sluppu heim, og tá skuldi fremmandaskrivstovan vita av.
Skip vóru eingi at fara heim við uttan tey føroysku, men her vóru skipararnir vanliga beinasamir. Ein maður var sendur heim, sum eingin vón var kom. Hann doyði dagin eftir, at hann var heimkomin.
Tað hendu eisini vanlukkur, har menn saknaðust av skipinunm, meðan teir lógu inni. Summir funnist aftur druknaðir, meðan aðrir ikki komu aftur. Hetta vóru tungar løtur.
Fiskimenn høvdu nógvan pening um hendur og keyptu nógv í Aberdeen, sum til dømis klæðir, súklur, barnavognar og seymimaskinur. Hetta vóru lutir, sum teimum restaði heima, og bíligt var tað tey fyrstu krígsárini, serliga klæðini. Ein mansjettskjúrta kostaði seks shillingar, ein frakki tvey til trý pund og skógvar um eitt pund. Pundið lá tá um 20 krónur.
Vanliga keyptu teir eisini brúktar møblar úr pawntshoppum. Ein av teimum var hjá Alex Hunter, sum allir føroyingar kendu. Nógv var keypt, men góðskuna skal eg siga minni um.
Her var ógvuliga ógóðsligt og skitið inni, og so var eisini fýrur í.
Í garðinum stóð ein gomul steinkirkja, sum var niðurløgd. Hon hoyrdi eisini til Hunter, men tað var ikki meira enn hon sást í øllum hurlivasanum.
Seinni varð hon keypt av svensku kirkjuni til sjómanskirkju, og her kom føroyska sjómansmissiónin eisini at halda til, soleiðis sum Sofus greiðir frá.
Hans Jacob kom eisini at uppliva bumbing og kríghendingar.
Eg minnist hann sjálvur í Aberdeen í 60-unum. Hann tænti okkara sjófólki leingi og væl.
Næstu ferð
Um tvær vikur hava vit seinasta partin av frásøgnini hjá Albert Norðfoss, pápa Johan. Hann er leingi óarbeiðsførur eftir at hava brotið beinið við enskum trolara. Eingin hjálp er. Hann missir húsini, men fótar sær aftur