Hans Kristian og Margar hava fulla úrtøku

Higartil hevur tað ikki riggað so væl hjá honum, sum hevur hægsta styrkistalið

Klokkan 17 í dag verður farið undir triðja umfar í FM kappingini í talvi fyri einstaklingar, sum hesa vikuna er í Skúlanum á Skúlatrøð í Klaksvík.

Hægsta styrkistalið av teimum átta í landsliðsbólkinum hevur Høgni Egilstoft Nielsen (2384). Í gjár sat hann við svarta fólkinum ímóti Samson Højgaard (1999). Tað eydnaðist ikki favorittinum at vinna fulla úrtøku. Talvið endaði remis. Í fyrsta umfari endaði tað eisini remis, tá ið Høgni telvaði ímóti Martini Poulsen (2285).

Lægsta styrkistalið av teimum átta í landsliðsbólkinum hevur Margar M. Berg (1942). Eftir tvey umfør hevur hann fulla úrtøku. Í fyrsta umfari vann hann við svarta fólkinum ímóti Samson Højgaard, og í gjár vann hann við hvíta fólkinum ímóti Luitjen Akselsson Apol (2103).

Saman við Margari M. Berg hevur Hans Kristian Simonsen (2128) fulla úrtøku. Eftir sigur við svørtum í fyrsta umfari ímóti Rana Nolsøe (2068), vann hann í gjár við hvíta fólkinum ímóti Haldur Suna Johansen (1997).

Martin Poulsen vann í gjár við hvíta fólkinum ímóti Rana Nolsøe. Martin hevur 1 ½ stig, meðan Rani Nolsøe framvegis eigur til góða at vinna úrtøku.

 

Margar M. Berg og Hans Kristian Simonsen hva 2 stig.

Martin Poulsen hevur 1 ½ stig.

Høgni Egilstoft Nielsen hevur 1 stig.

Samson Højgaard, Haldur Suni Johansen og Luitjen Apol Akselsson hava ½ stig.

Rani Nolsøe hevur einki stig.

 

Í dag verður telvað soleiðis:

Høgni Egilstoft Nielsen – Margar M. Berg

Rani Nolsøe – Samson Højgaard

Haldur Suni Johansen – Martin Poulsen

Luitjen Akselsson Apol – Hans Kristian Simonsen