Hans á Lag verður ikki at síggja á fótbóltsvøllinum aftur í ár.
Týskvøldið var HB-spælarin óheppin í eini takling undir venjing, og hann breyt fótin. Næstu fimm vikurnar skal hann tí ganga í gipsi, og eftir tað liggur hørð uppvenjing fyri framman.
? Eg kom skeivt inn í eina takling, fóturin stóð fastur og snaraði sær á. Eg hevði sjálvur skuldina av óhappinum, og eg merkti beinanvegin, at tað var heilt galið við fótinum, greiður Hans á Lag frá.
Eftir at lækni hevði hugt eftir fótinum fyrradagin varð staðfest, at fóturin varð brotin, og neyðugt var at leggja fótin í gips í fimm vikur.
? Eg havi fingið at vita, at brotið er ikki álvarsligt, og tað er heppið hóast alt, sigur Hans á Lag.
Kundi verið verri
Hans á Lag var í fjør ein av aðalstuðlunum á HB-liðnum, tá teir vunnu bæði steypakappingina og landskappingina. Fleiri ferðir var Hans uppá tal til landsliðið, men hann varð ongantíð úttikin. Í miðverjuni hjá HB spældi hann saman við Hans Fróða Hansen, sum hevur vunnið sær fast pláss á landsliðnum.
Aftur í ár hevur Hans á Lag verið fastur fúsur í HB-verjuni, men úrslitini hjá sigursvanda havnaliðnum hava ikki verið tey somu, sum tey vóru í fjør. Í løtuni liggur HB sum nummar fýra, men teir eru beint í hølunumá B36 og GÍ.
Og samstarvið við Hans Fróða Hansen í miðverjuni hevur heldur ikki verið so støðugt, tí skaðar og leikbann hava ofta havt við sær, at HB -venjarin hevur verið noyddur at broyta liðið.
? Tað kundi verið verri at fingið hendan skaðan, tí nú liggja vit ikki til at vinna FM, og um tað hevði verið, so hevði lagið á mær ivaleyst verið nógv verri, enn tað nú er, sigur Hans á Lag.
HB hevur framvegis Europa-Cup at stríðast fyri, men tað er ikki sama avbjóðing, sum eitt stríð um FM-heitið.
Steðgar við hondbóltinum
Hans á Lag ætlar sær at brúka veturin til uppvenjing av beininum. Í nógv ár hevur Hans spælt hondbólt um veturin ? hann er frálíkur hondbóltsmálverji ? men nú hevur avgjørt at steðga við hondbóltinum.
? Tað er ov nógv at venja fótbólt um summarið og hondbólt um veturin, og tað hevur serliga gingið út yvir hondbóltsspælið hjá mær, sum ikki hevur verið nóg gott. Tí hevði eg áðrenn hendan skaðan avgjørt ikki at spæla hondbólt í vetur, sigur Hans á Lag.
Men tá fótbóltsvenjingin byrjar aftur fyrst í komandi ári ætlar Hans á Lag at verða við aftur, og gongst honum sum ætla, er hann tá komin fyri seg eftir brotið í fótinum.