Hósdagin koma Hans & Inge Berntsen til Føroya, har tey fara at tosa - og biðja fyri sjúkum. Skráin hesuferð er umfatandi - tey vera bæði í Havn, í Sandoynni, í Suðuroynni og í Eysturoynni.
Fyrsta tiltakið verður hóskvøldið 20. oktober kl. 20 í Oasuni í Hoyvík. Fríggjakvøldið 21. & leygarkvøldið 22. oktober kl. 20 verða Hans og Inge í Samljóð í Skopun. Sunnudagin 23. oktober kl. 15 eru tey í Skúlahøllini í Trongisvági. Mánakvøldið 24. oktober kl. 20 í Filadelfia í Havn, og týskvøldið 25. oktober kl. 20 í Evangeliihúsinum í Havn. Seinasta tiltakið á vitjanini hesuferð verður mikukvøldið 26. oktober kl. 20 í Kelduni í Skálabotni.
Sum altíð, so er stílurin hjá Hans og Inge ótrúliga lættur og óformellur. Hevur tú hug at uppliva Hans og Inge Berntsen hesar dagarnar, so ert tú vælkomin til eitt ella fleiri av tiltøkunum. Tey leggja stóran dent á at kunna biðja persónliga fyri fólki - eisini hesuferð verður møguleiki fyri persónligari forbøn fyri øllum, sum ynskja tað.
Skráin fyri møtirøðina er hendan:
Hóskvøldið 20. oktober
kl. 20 í Oasuni í Hoyvík
Fríggjakvøldið 21. oktober
kl. 20 í Samljóð í Skopun
Leygarkvøldið 22. oktober
kl. 20 í Samljóð í Skopun
Sunnudagin 23. oktober
kl. 15 í Skúlahøllini í Trongisvági
Mánakvøldið 24. oktober
kl. 20 í Filadelfia í Havn
Týskvøldið 25. oktober
kl. 20 í Evangeliihúsinum
í Havn
Mikukvøldið 26. oktober
kl. 20 í Kelduni í Skálabotni