Hans Pauli helst til B36

B36 hevur longt sáttmálan við tveir av landsliðsspælarunum í hópinum

Tórður Thomsen og Alex Mellemgaard hava báðir gjørt nýggjan sáttmála við B36. Tórður Thomsen hevur gjørt sáttmála fyri 2015, meðan Alex Mellemgaard hevur gjørt sáttmála fyri 2015 og 2016.

 

Tórður Thomsen spældi 26 av teimum 27 dystinum í landskappingini. 28 ára gamli málverjin hevur umboðað feløg sum NSÍ, ÍF, B68, AB og HB. Hann hevur í ár verið partur av landsliðshópinum.

 

Alex Mellemgaard hevur helst verið besti vinstri bakkurin í føroyskum fótbólti í ár. 22 ára gamli argjamaðurin hevur mesta av sínum uppvøkstri í AB, har hann hevur spælt yvir hundrað dystir fyri besta liðið. Hann hevur gjørt ein tvey ára sáttmála.

 

Fyrr í ár hevur felagið longt við Odmar Færø, Róaldur Jakobsen, Jákup á Borg, Hørður Askham, Andrias H. Eriksen, Høgni Eysturoy, Trygvi Askham, Jákup Højgaard, Benjamin Heinesen, Rasmus Dan Sørensen, meðan Robert Heðin Brockie byrjar aftur. Lukasz Cieslewicz skrivaði í fjør tvey ára sáttmála.

 

Hans Pauli skiftir til B36

 

Sannlíkt verður Hans Pauli Samuelsen nýggjur í hópinum hjá B36 komandi kappingarár. Sum skilst, so velur hann eisini at fara úr EB/Streymi saman við millum annað Arnbjørni Hansen(HB) og Gert Hansen(Víkingur).

 

Søgan sigur, at skiftið er komið upp á pláss, men at B36 fyrst ynskir at kunngera skiftið á ársveitsluni, sum verður komandi leygarkvøld.