Hans Pauli Strøm aftur í hernað við persónligum álopum

Tað skuldi ikki meira til enn ein kunning frá mínari síðu, til Hans Pauli aftur leyp úr stóli­num fyri at koma við persónligum briksli

Hans Pauli Strøm er farin at tosa um kongaríkir. Hetta er sjálvandi aktuelt, nú hann hevur mist helvt­ina av sínum kongaríki.

Eg veit, at tað er strævið at liva upp til tað flog, vit upplivdu undir Helenu, Bill og Sámal Petur. Fólk við trivaligum førningi av fyrisitingarligum førleika og menniskjaligum egin­leikum. Fólk sum ikki óttaðust, men heldur drógu til sín fólk við líknandi eginleikum. Fólk, sum ikki føldu trongd til at mið­savna fyrisiting og makt. Fólk, sum ikki umgyrdu seg við inkompetentum jasigarum.

Men av og á eru fólk sum hamskift, tá tey koma til vald og fáa ikki nokk av hesum. Álvaratos Hans Pauli, tú minnist væl til, tá vit báðir fóru hond í hond til Eysturberlin fyri at heilsa upp á Erich Hon­ecker? Niður við skran­kapávum, miðspjading og maktina til fólkið. Ak, ja!

Eftir drúgt stríð taka tey so hálva kongaríki frá tær, so tú noyðist aftur at savna. Strævið? Stressandi? Vón­andi ert tú ikki útbrendur.

Nei, Hans Pauli konga­tíðin innan sjúkrahúsverkið var av langt áðrenn tú komst í Heilsumálaráðið. Og tað er ongin sum ynskir tað tíðina aftur.

Tá talan er um seráhuga­mál so kann hvør tosa fyri seg sjálvan. Fyri mítt við­komandi so rópar alt Evropa eftir fólki við mín­um førleika, so eg havi ongan trupulleika.

Tosið um ræðukampanju er sjálvandi púra burturvið. Tað er rætt, sum Eyðgunn skrivar viðvíkjandi álitin­um um sjúkrahúsverk Før­oyar, har nevndur verður stjóri, sum skal átaka sær yvirskipaðu ábyrgdina av rakstrinum. Hinvegin stend­ur í brævinum frá Heilsu­mála­raðnum, at stjórin skal fyriskipa virksemið fyri øll sjúkrahúsini.

 

Tá tað kemur til uppgáv­urnar hjá heilsuverk­stjóran­um stendur:

• at tryggja eina greiða leiðsluábyrgd innan Heilsu­verkið.

• at Heilsuverkið virkar sum ein eind.

• at tilfeingið (fíggjarligt, starvsfólk og hølir) verður gagnnýtt á besta hátt.

• at tryggja eina miðvísa menningartilgongd og góðskutrygging fyri heilsuverkið.

• at tryggja eina greiða, eintýðuga og saman­hang­andi skipan í Heilsuverki­num, við atliti at sjúklinga­gongd v.m..

 

Men tá tað kemur til heimildirnar er als onki mark:

• at hava evstu ábyrgd mót­vegis Heilsumála­ráð­n­um við­víkjandi fyri­sit­ing­ar-, fíggj­ar- og starvs­fólkamálum.

• at hava yvirskipaðu umsitingarligu leiðsluna av Heilsuverkinum og at vera sambindingarlið millum Heilsumálaráðið og Heilsu­verkið

• at hava rætt og skyldu til at taka stig innan øll øki í Heilsuverkinum.

• at hava endaligu ábyrgd­ina av rakstrinum av heilsu­verkinum mótvegis Heilsu­málaráðnum.

• at hava ábyrgdina av, hvussu heilsuverkið innan­hýsis verður skipað og at hetta verður gjørt í samráð við Heilsumálaráðið.

 

Fyri at onki ivamál skal verða stendur skrivað, at hann skal hava rætt og skyldu til: “at taka stig innan øll øki í Heilsu­verkinum”.

Her eru sostatt ongar heimildarligar avmarkingar hvat víðvíkir fyrisiting, fígging, starvsfólkum, umsiting, rakstri, skipan o.s.fr. So kunnu sjúkrahús leiðslurnar gera sum tær vilja, stjórin tekur endaligu avgerðirnar í øllum málum eisini viðvíkjandi starvs­fólkunum og eisini viðvíkj­andi virkseminum.

Hans Pauli nevnir í greinini, at ætlanin við stjóranum er, at vit skulu “fáa sum mest burtur úr øllum okkara tilfeingi í heilsuverkinum, har teir ymsu partarnir skulu virka saman heldur enn at kappast móti hvør øðrum”.

Almanna- og Heilsu­málaráðið hevur seinastu árini verið marran hjá búskaparfólki. Útreiðslur­nar eru øktar í ein mun sum ikki hevur verið at sæð í Føroya søgu. Nógvur peningur er farin til sjúkra­húsverkið uttan nøkur krøv í heila tikið, so at bæði vanligt fólk og politikarar øtast.

Heilsumálaráðið er meira og meira farin inn í raksturin innan Heilsu­verkið seinastu árini, og vit síggja hvussu tað hevur gingið. Nógv hækkaðar útreiðslur og lítið fekkst burturúr. Tað er ikki vist at hetta (hálva) kongaríki tænir borgarunum á besta hátt og, at skattaborgarans peningur her verður brúkt­ur skynsamt.

Hans Pauli óttast kapping millum sjúkrahús. Eg kann vissa Hans Paula um, at tað eru júst einstak­lingar og kapping sum higartil hava ført til tey stóru framstigini innan heilsuøkið og verið við til, at minka um kostnaðin og hækka støðið. Tað er har sum fólk hava ein valmøgu­leika, at tænastuveitarin má spenna seg út. Mono­pol eru vandafull.

At arbeiða saman hava sjúkrahúsini gjørt í øll ár. Stórsta menningin í sam­arbeiðinum millum sjúkra­húsini hevur verið seinastu 12 – 14 árini. At seta eitt fyrisitingarligt lið afturat oman á sjúkrahúsini kann líka væl føra til trupul­leik­ar, ineffektivitet og meir­útreiðslur. Um tað er fyri at temja útreiðslu vøksturin í Heilsumálaráðnum, so vænti eg ikki, at tað fer at eydnast.

Men tá Klaksvíkar Sjúkrahús rópar um hjálp fyri, at klára streymin av sjúklingum í kjalarvørri­num á 1870, tá er onki at fáa.

Tá fíggjarlógin ásetur, at bygginevnd skal setast til, at kanna um- ella nýbygg­ing av Klaksvíkar Sjúkra­húsi. So verður hetta bert til prát og gylt lyfti á hugna­ligum fundum. Men onki hendir.

Tað er hugaligt, at Hans Pauli skrivar jaligt um framtíðar vánir hjá teimum smáu sjúkrahúsunum. Men tað sum hann nevnir ítøki­ligt er bert rehabilitering og fólkaheilsu. Eg skal í hesum sambandi nevna, at til hesar funktiónir krevst onki sjúkrahús, bert ein stovnur sum eina ella tvær ferðir um vikuna fær vitjan av lækna frá Landssjúkra­húsinum.

Um hetta er vegurin, so verða smáu sjúkrahúsini tømd innanífrá fyri funkt­iónir og síðani rýma læknarnir.