Hví sigur Hans Pauli Strøm, at 800.000 krónur eru brúktar, tá ið veruleikin er, at tvær ferðir so nógv er brúkt?
Tað er ein spurningur, sum tveir Løgtingsmenn nú vilja hava landsstýrismannin í almanna- og heilsumálum at svara.
Tað er Serdagsstovnurin úti á Argjum, sum spøkir enn og teir báðir løgtingsmenninir, Finnur Helmsdal og Bill Justinussen, vilja nú hava Hans Paula Strøm at standa til svars fyri tað, sum er farið fram í hesum máli.
Teir báðir vísa á, at í kjalarvørrinum á nógv umrødda málinum um Lítla Petur, samtykti Løgtingið í mars í fjør at at játta Hans Paula Strøm at stovna ein serdagstovn til atferðartrupul børn.
- Men nú eru 19 mánaðir farnir og enn er onki barn komið inn á stovnin.
Samstundis vísa teir á, at Hans Pauli Strøm upplýsti í Sosialinum fyri tveimum mánaðum síðani, at 840.000 krónur eru brúktar til stovnin, hóast onki virksemið er á honum og tað helt hann var ein gøla.
Men teir báðir Løgtingsmenninir staðfesta, at veruliga talið er, at 1,6 milliónir vóru brúktar til stovnin.
Og nú vilja teir hava Hans Paula Strøm at greiða øllum Løgtinginum frá, hví hann ikki hevur fortalt allan sannleikan og hevur kunnað Løgtingið um veruligu upphæddina.
Teir leggja afturat, at nú er nýtslan til stovnin komin upp á 1,8 millión og tað er framvegis onki virksemi í honum.
Ongi børn
Løgtingið hevur eisini samtykt, at Hans Pauli Strøm skal svara spurningunum frá teimum báðum løgtingsmonnunum.
Teir báðir Løgtingsmenninir vísa eisini á, at um ársskiftið varð innbúgv og annað keypt til stovnin fyri slakar 600.000 krónur, áðrenn stovnurin hevði fingið høli at vera í og tíansheldur nøkur børn vóru.
Hvussu ber tað til at brúka so nógvar pengar, tá ið ein hvørki hevur hús ella børn?
Teir vilja eisini hava at vita, hvussu tað ber til, at leiðarin, sum er settur fyri stovnin, fær løn í 36. lønarflokki, tá ið Lønardeildin avgjørt hevur noktað øðrum líknandi løn fyri slíkt arbeiði.
Tað undrar teir, at Hans Pauli Strøm hevur fingið Fíggjarmálaráðið at góðtaka, at eitt leiðarastarv á einum vanligum sosialpedagogiskum stovni, verður lønt í 36. lønarflokki, tí sama Fíggjarmálaráð hevur avgjørt noktað at løna akademikarum í starvi á sosialpedagogiskum stovnum eftir teirra sáttmálum.
- Men ein landsstýrismaður kann kanska fáa ein annan landsstýrismann til hvat sum helst. Og so leggja teir vertin á lógir, reglur og siðvenjur, siga Finnur Helmsdal og Bill Justinussen.
Samstundis vórðu fleiri starvsfólk sett í starv, áðrenn leigusáttmáli varð gjørdur fyri húsið,
Og Hans Pauli Strøm skal eisini svara upp á, hví hann heldur, at ongi børn eru komin á stovnin enn.
Eisini Trivnaðarnevndin hjá Løgtinginum hevur víst áhugað fyri málinum og hevur spurt landsstýrismannin, hvar børnini eru, sum hesin stovnurin varð ætlaðu til og, hvat starvsfólkið hevur gjørt hesa tíðina, tey ongi børn hava havt at ansað.
- Landsstýrismaðurin hevur svarað, at enn eru eingi børn til stovnin, einfalt tí eingin barnavernd hevur søkt um pláss fyri atferðartrupul børn.
- Hetta ljóðar løgið, tí arbeiðsbólkurin, sum mælti til at seta Serdagstovnin á stovn metti, at tað eru minst eru 20 børn í landinum, sum kundu koma á Serdagstovnin, siga teir báðir løgtingsmenninir.
Men teir spyrja um ætlanin so er at nýta stovnin til onnur børn, sum hava serligan tørv, og sum eru í aðrari skipan í dag.
Onga viðmerking
Sjálvur hevur Hans Pauli Strøm onga viðmerking til málið í løtuni. Hann sigur, at hann er í ferð við at orða eitt svar til teir báðar løgtingsmenninar og hann upplýsir onki í málinum, fyrrenn hann skal svara spurningunum í Løgtinginum.