Hans Petur Brekkstein 80 ár

22. juli 2006 fyllir Hans Petur Brekkstein, fyrverandi bóndi á Velbastað 80 ár. Hans Petur er sonur Jóhan og Ebbu Brekkstein. Jóhan og Ebba áttu fýra børn Hans Petur, Sunneva, Begga og Lena, tey mistu mammuna longu í 1948 tá hon doyði av sjúku. Hans Petur var elstur av syskinum og var hann tí borin til festið eftir pápan. Hans Petur fór til Íslands sum ungur at arbeiða á einum bóndagarði sum nógvir arðir ungir bóndadreingir. Hans Petur bleiv í 1952 giftur við Elin, fødd Gærdbo úr Vági. Hans Petur hevur arbeiddi nógv í havn hjá Petur Mikkelsen, sum bygdi raðhúsini í J. Patursonargøtu í 1950unum. Harumframt kann nevnast Hotel Hafnia, Nonnuskúlin og Restorffs Bryggjarí. Somuleiðis var hann við at byggja skúlan í Runavík.
Hans Petur og vinnmaður hansara Dánjal á Mýrini (ba) á Velbastað, vóru við til at umvæla Múrin og Kirkjuna í Kirkjubø undir leiðslu av millum øðrum Sverra Dahl. Hettar arbeiðið vardi yvir fleiri miðárstíðir í 1960unum. Hesa tíð í kirkjubø hava teir ofta práta um. Sum teir ofta tóku til, so vóru tað góðir og hugnaligir dagar í Kirkjubø, sum teir minnast aftur á við takksemi og gleði.
Hans Petur hevur eisini verið við týskum trolara til fiskiskap í Grønnlandi eitt summar seinst í 1950unum.
Elin og Hans Petur fingu fýra børn, Ebba, Jóhan Petur, Annfinn og Bjartur, sum øll búgva á Velbastað.
Opið hús verður hjá soninum Annfinn Brekkstein, á Stórheyggi 2 millum kl. 11.00 og 15.00, og hevði tað glett familjuna at sæð vinur og kenningar støkka inn á gólvið at heilsa upp á Hans Petur.