Mentamálaráðið hevur sett Hans Petur Jacobsen í starv sum skúlastjóra í Stranda skúla frá 14. apríl 2008
Hans Petur Jacobsen hevur starvast sum lærari í fólkaskúlanum síðani 1. august 2002 og hevur nomið sær eftirútbúgving í alisfrøði, støddfrøði, ítrótti og innan trivnað. Hans Petur er upprunaliga maskinmeistari, men hevur seinni tikið HF- prógv og síðani læraraútbúgving.
Hans Petur hevur leiðsluroyndir frá smiðjuarbeiði, sum maskinmeistari og sum formaður í ítróttarfelag. Eisini hevur hann fyrisitingarligar royndir sum limur í bygdaráðnum í Sjóvar Kommunu og formaður í trivnaðarnevndini, har hann m. a. hevur sum uppgávu at seta starvsfólk í kommununi.
Hans Petur Jacobsen er 43 ára gamal.