Hetta er fyrstu ferð, at vit hittast, men vit hava altíð vitað av hvørjum øðrum. Systir Hans Petur, Hansina, gift við Jóan Jakku á Brúnni, var ein tann nærmasti grannin hjá okkum í gomlu Norðragøtu. Ein beiggi var tann kendi politikkarin Jákup Frederik Øregaard, sum eisini búði í Gøtu. Hann hevði eisini upprunaliga handil inni hjá Hansinu. Fleiri børn hjá systkjum hava eisini verið gift í Gøtu.
Tað var kent, at Hans Petur búði niðri, men hann var ofta í Føroyum. Tá róði hann út við Øregaard, sum Jákup Frederik vanliga varð kallaður. Tí var tað sera nærliggjandi at fáa eitt prát við Hans Petur, nú høvið beyðst. Tað helt Hans Petur tíbetur eisini. Tað vísti seg, at Hans Petur fylgir sera væl við, hvat ið hendir í Føroyum, eisini tað í fiskivinnuni, so okkurt var at práta um.
Ættaður frá Skipar Hansen
Mamma Hans Petur, Malan, var úr Lorvík, og mamma hennara var Petronella Wolles f. 1835 í Uppistovu á Trøllanesi.
Hon giftist í 1861 úti í Svínoy við Sylverius Hansen, sum eisini var úr Lorvík. Tey tæntu bæðu harúti, men fluttu síðan til Lorvíkar. Sum tað skilst, er tað frá honum, at teir nógvu Sylveriusar í og úr Lorvík eru ættaðir.
Sylverius átti ein beiggja, sum æt Gabriel, teir vóru ættaðir av Húsamørk. Gabriel fór at sigla við hollendskum skipum sumn ungur, og hann giftist í Hollandi. Men annars visti eingin um hann.
Hans Petur og konan Nomi plagdu javnan at ferðast á Rhodos í 70-unum. Ein dagin, tey sita á eini matstovu, kemur eitt ungt par og spyr, um tey kunnu setast hjá teimum. Jú, tað var gaman í. Tey koma í prát. Maðurin var norskur, og kvinnan var hollendsk. Tey vóru á brúðleypsferð. Hans Petur greiðir frá, at hann er úr Føroyum. Tey hyggja við, og kvinnan sigur, at abbi hennara var eisini úr Føroyum, úr eini bygd sum kallast Lorvík. Ja, men tað var Hans Petur eisini! Tá vísti tað seg, at abbin var Gabriel, og tey bæði vóru trýmenningar. Sanniliga er heimurin lítil.
Petronella var abbadóttir Skipar Hansen. Sonur hansara Christian Rosenmeier Hansen f. 1811 fór norð á Trøllanes sum húskallur. Hann giftist við Malenu úr Innistovu, og tey búsettust í Uppistovu. Tey eru fysta ættarlið hjá núverandi Wolles-ættini í Uppistovu.
Skipar Hansen fekk sín leiklut í Føroya søgu, tá ið Brillumaðurin herjaði í 1808.
Hetta ár komu fleiri skip inn á Havnina og søgdu seg at vera fronsk, og sum vildu verja okkum móti enskum ófriðarkroppum. Tey vístu seg at vera enskir sjórænarar.
Eitt av hesum skipum var skipið hjá Brillumanninum. Upprunaliga varð hann hildin at vera fransur, og tí varð hann væl móttikin í fyrsta umfari.
Skipar Hansen hevði verið umborð fyrr um dagin. Honum mundi ikki dáma skilið, og hann slapp sær í land og niðan í hagan at krógva seg. Brillumaðurin kom í land og vildi hitta Skipar Hansen. Tá hann ikki var at finna, spann øði í Brillumannin. Hann kravdi at fáa hendur á Skipar Hansen í stundini, ella vildi hann seta eld á Havnina. Tað fór hvør maður at leita, og at enda var hann funnin uppi við Tarvastein, har hann hevði krógvað seg. Teir fara í skundi oman til Havnar við honum, men tá var Brillumaðurin longu farin at skjóta við kanónum inn á Havnina. Teir fingu so Skipar Hansen umborð og skipið fór avstað.
Tá ið Brillumaðurin í august kom siglandi fram við Føroyum, lat hann menn sínar seta Skipar Hansen á Dalsfles. Tað var takkarlønin fyri, at hann hevði stýrt skipinum gjøgnum váðasjógv, bæði her og uppi undir íslandi.
Til alla lukku fingu dalbingar eyga á hann og kundu bjarga honum, men tá var hann nærum deyður.
Faðirættin av Lakjuni í Fuglafirði
Pápi Hans Petur var kallaður Fuglafjarða Jákup, og sum tað liggur í heitinum var hann ættaður úr Fuglafirði. Aðrir brøður Jákup vóru Jógvan, sum búsettist á Lakjuni í Fuglafirði, Líggjas, sum giftist til Hellurnar og Johan. Systrarnar vóru Poulina, sum giftist á Stongunum í Klaksvík og Súsanna, sum giftist á Rætt í Syðrugøtu. Hon átti eisini ein Hans Petur, sum giftist til Fuglafjarðar. Tískil er ættin í Fuglafirði sera stór.
Johan bleiv starblindur 36 ára gamal. Einaferð Jákup kom til Fuglafjarðar at ferðast, fór Johan við honum til Lorvíkar, og her kom hann at verða til hann doyði 72 ára gamal.
Jákup var yngstur av systkjunum. Foreldrini Poul og Margretha doyðu ung, og Jákup fór sum 9 ára gamal til Húsar, har hann var at vera hjá Hanusi á Heygnum. Tey vóru barnleys, men tað var fitt av jørð, 3 merkur, í húsinum. Illa longdist Jákupi aftur til Fuglafjarðar. Hann plagdi javnan at fara niðan Brekku, so hann kundi síggja inn á heimbygdina. Jákup var so á Húsum inntil hann giftist.
Giftist til Lorvíkar
Jákup giftist inn á Mýru í Lorvík. Maðurin í húsinum var druknaður á Norðhavinum. Kona hansara Marin Malena var av Viðareiði, og var flutt aftur til Viðareiðis. Í húsinum vóru 2-3 gyllin í jørð, og foreldrini hjá Hans Petur keyptu hús og jørð. Afturat hesum átti Johan tríggjar gyllin, so tey vóru ikki sør í so máta. Tilsamans vóru sjey gyllin í húsinum. Tey fingu 14 seyðir á hesi jørðini, og gav hetta nóg mikið av kjøti til húsið.
Pápin fekk Óla bónda at gera sær bát. So gott útróðrarpláss, sum Lorvík var, merkti hetta, at tey altíð høvdu nóg mikið av fiski.
Tískil høvdu tey ongantíð handilsskuld. Okkurt oyra áttu tey eisini. Hans Petur minnist enntá, at tey hava átt gullpengar. Tann seinasti av hesum peningi varð nýttur til klokkuna, sum hann og Gretha, systirin, keyptu til húsið. Hon varð blivin í ólagi men varð afturgjørd av Johan David á Fløtum í Norðragøtu, sum var ein snillingur á mongum økjum, eisini við urum og klokkum. Hann var annars verfaðir Mallu, dóttir Poul Andreas, beiggja Hans Petur.
Systkini hjá Hans Petur vóru Petronella, Poul Andreas, Hansina, Gretha, Sylverius og Jákup Frederik. Her kann vera nevnt, at Gretha búði niðru, hon gjørdist 103 ára gomul. Hon átti sonin Egon, sum arbeiddi sum tannteknikkari í Føroyum í fleiri ár.
Gretha fór ung niður. Hon hevði tænt hjá stjóranum í Føroya Banka árini 1910-1921 G. M. Havsteen. Tá ið hann flutti aftur til Danmarkar, varð hon biðin um at koma við.
Til lands í Íslandi
Pápin plagdi at vera til lands í Íslandi eins og tað var vanligt hjá nógvum føroyingum og eisini lorvíkingum tá í tíðini. Tað vóru tvey kompaní úr Lorvík, sum plagdu at vera til lands, og hetta var serliga á Vattarnesi. Hetta merkti, at teir búðu í landi og avreiddu hvønn dag eins og vanligt framvegis er við útróðri. Farið varð á vári við rutuskipi til Íslands og komið varð heim aftur á heysti.
Hans Petur var eisini við til lands á Vattarnesi eitt ár, hetta var í 1931. Tá høvdu teir maskinbát, sum kallaðist Grani.
Landformaður var Johannes Johannesen, vanliga kallaður Lorvíks Jóannes, sum var ein av vinnulívsmonnunum í Lorvík fyrra partin í hini øldini. Hann átti skipini Arizonu, Ortario og Kristionnu. Hann hevði handil, og hann turkaði fisk. Tá vóru heilt aðrar umstøður enn vit kenna. Fyrstu tíðina turkaði hann fiskin heima í síni egnu stovu við at hanga fiskin upp undir loftið!
Men tíverri doyðu hann og sonurin Kristian við Kristionnu undir krígnum, tá ið teir fóru til Bretlands við fiski.
Úrtøkan fyri summarið var kr. 495, sum tá var ein góður eysturlandstúrur við skipi. Teir royndu nokk so víða. Sera nógv royndu teir sunnanfyri oyggj, sum kallaðist Skrúvan. Her var nógvur sildafiskur, sum stóð í klettin. Dýpið var ikki tað stóra, bert 10 favnar, so hetta var lætt fiskarí.
Útróður til lands í Íslandi var í síni tíð ein týðandi partur av okkara fiskiveiðu. Tað er nakað skrivað um tað. Sámal Johansen skrivaði bókina Til Lands, og FF-blaðið hevur eisini havt frágreiðingar um hendan útróður í samband við vitjan í 2003 á gomlu útróðrarplássunum.
Her kann verða nevnt nakað av tí, sum Jóan Jakku á Gerðismørk greiðir frá í bókini hjá Sámali um útróður á Vattranesi. Tað, sum Sámal skrivar, er eisini galdandi fyri Hans Petur, tí teir vóru samstundis á Vattarnesi í 1931. Frammanundan var Jóan Jakku saman við pápa Hans Petur Jákupi har.
Kosturin var vánaligur, men eitt gott var, at teir fingu so nógvan fugl. Beint uttanfyri var ein lítil oyggj, har tað var nógvur fuglur, og bøndurnir góvu loyvi til at veiða lunda og lomviga. Fingu teir nógvan fugl fekk bóndin landpart. Teir fingu eisini egg.
Vattarnes var ein lítil bygd. Har vóru tvey bóndahús og tvey onnur hús, men um sumrini var nógv fólk har. Har vóru 48 føroyingar og róðu út, tá ið tað var mest. Av hesum vóru 40 úr Lorvík. Men tað vóru eisini nógvir íslendingar, sum róðu út har. Har kundi vera nógvur mjørki. Streymhart var, og tað var ikki so reint fram við landi, so tað mátti ansast væl eftir. Tí var altíð brúk fyri kumpass.
Teir róðu sjáldan langt við árabáti, men teir dugdi væl at laga seg eftir streyminum, so mest kundi fáast burtur úr. Í 1928 fingu teir motor í bátin, og tá lá nógv betri fyri.
Lendingin á Vattarnesi var so sum so. Á fjøru var langt at bera fiskin niðan í kjallaran. Tungt var eisini. Á børuni vóru meira enn 200 pund. Seinni gjørdu íslendingar træbrúgv, sum føroyingar eisini kundu nýta.
Lorvíkingar róðu út á Vattarnesi til út ímóti 2. heimsbardaga. Teir brúktu bæði snøri og línu. Tað var ymist ár fyri ár hvør reiðskapur, ið varð mest nýttur.
Tá ið tað leið út á heystið, plagdu teir at keypa ein seyð frá bóndanum, og áðrenn farið var heim vóru ber hentað at hava heim við til tinganest. Hetta dámdu børnunum sera væl.
Útróðurin til lands helt uppat, tá ið Ísland tók loysing frá Danmark í 1944, og føroyingar mistu síni borgararættindi.
Til skips
Hans Petur fóru sum aðrir ungir dreingir til skips í 1928. Hann fór við Súluni hjá Niels J. Mortensen á Tvøroyri. Skipari var Johannes Jacobsen, sum eisini var ein kendur lorvíkingur. Foreldrini hjá honum vóru úr Gøtu. Mamman var Emilja, ættað úr Barbustovu í Syðrugøtu, og pápin, Petur Pauli, var úr Tjørnustovu í Norðragøtu. Emilja doyði ung, og tá kom Johannes til Lorvíkar. Jóhannes var skipari í mong ár. Hann hevði gott lyndi at vera á sjónum. Eisini dugdi hann væl at sigla aftur á aftur, t.v.s. at finna fiskin aftur, tá kennið var av. Hann var grammur, og hann var eisini kendur sum skemtari, sum framvegis verður tikin til í Lorvík. Millum menninar, sum vóru við, vóru Óli hjá Guttormi, Martin hjá Fríðriki og Poli hjá Guttormi.
Teir fóru av Fuglafirði. Tað var skjótt, at sjóverkurin fór at gera vart við seg. Men ein slapp ikki bara at liggja fyri tað. Skipsfelagarnir Meinhard við Garð og Tummas á Toftanesi royndu at halda honum til og fingu hann úr koyggjuni. Tá ið teir koma 30 fjórðingar úr landi gjørdist stilli, og tað var nógvur fuglur. Tá var farið í skipsbátin at skjóta fugl.
Í bátinum var eingin trupulleiki við sjóverki. Hans Petur var jú vanur við at vera í báti. Men so skjótt komið varð umborð aftur á skipi, var aftur galið við sjóverkinum, men tað javnaði seg sum tíðin gekk.
Komið verður so á Kollmunnagrunnin, har teir skuldu fiska. Fyrsta uppgávan var at gera lodd til. Hetta var tungt, men tað gekk.
Í 1935 fer Hans Petur aftur til skips við Jóhannusi, hesa ferð við Vágoynni. Hann var eisini við Loytnantinum við Kristian í Bø á Strondum sum skipara.
Hans Petur fór síðan við Vilhelminu, sum tá hoyrdi heima í Gøtu. Sámal Hans Hansen var skipari, og Tummas Jakku á Geilabø var reiðari. Her vóru nógvir gøtumenn við. Hetta vóru ikki so góð fiskiár. Men Hans Petur var tó omanfyri miðal sum fiskimaður.
Sámal Hans hevði verið bestimaður hjá Óla Hans Olsen, sum eisini var ein kendur skipari, ættaður út Tøðuni við Gøtugjógv. Sámal Hans var hógligur, raskur og harðførur. Hans Petur letur sera væl at gøtumonnum at vera saman við.
Hans Petur var í 1935 við Polarstjørnuni. Tað gekk illa. Teir fingu bert 35.000 fiskar, so avrokningin var sera lítil. Skiparin var Hans Jacob, beiggi Christian Matras, professara.
Avmarkaður møguleikar hjá ungum dreingjum
Tá í tíðini vóru ikki so nógvir møguleikar hja ungum dreingjum, tað sama var við gentum. Valið var millum at gerast skipsmaður ella at gerast lærari ella kanska til dømis skræddari. At vera skipsmaður gav bert arbeiði um summarið, meðan tað hjá ungum dreingjum lítið og einki varð gjørt til nyttu um veturin. Hetta dámdi pápanum so púra einki. Ein vetur hevði Hans Petur tó brúkt til at fáa sær setiskiparaprógv.
Tann møguleikin, sum nógvir brúktu, var at fara til Danmarkar, har møguleikarnir fyri arbeiði vóru so nógv størri. Hetta valdi Hans Petur eisini. Hann var so heppin at hava fólk at koma til í Danmark, tí systirin Gretha búði jú niðri. Harald, sum var giftur við Grethu, arbeiddi á Tuborg, so hann fekk skaffað Hans Peturi arbeiði har fyri summarsesongina. Harald hevði Bentsen til eftirnavn. Hann var í ætt við Bent Bentsen, sum er varaforsætisráðharri í Danmark.
Hans Petur hevði ongan hug at fara heim aftur so beinanvegin. Tískil fór hann at læra til múrara. Hetta skuldi verið ein góð framtíð við øllum tí byggiarbeiði, sum roknast kundi við í Danmark hesa tíðina.
Men tá er tað, at kríggið brestur á, og Danmark verður hersett 9. apríl 1940. Hetta merkti, at steðgur kom í alla bygging. So ótrygt sum alt nú varð, var eingin sum tordi at fara í holt við nakað so óvist sum bygging. Hetta merkti eisini, at sambandið við Føroyar varð avkvett. Tað var einki ferðasamband og stórt sæð heldur einki postsamband.
Søkir á politiskúla
Hans Petur tekur tá tað stig at fara á handverkaraskúla, so hann kundi brynja seg betur á tí økinum.
Men umframt tað søkir hann inn til politiið, uttan at hann rættiliga gjørdi sær greitt, hvat hetta arbeiði snúði seg um.
Meðan Hans Petur er á handverkaraskúlanum, fær hann boð um at koma til upptøkuroynd hjá politinum.
Tá sum nú var talan um royndir á ymiskum økjum. Ein av hesum royndum var, at hann skuldi ganga gjøgnum eini myrk hús við seks verilsum. Aftaná skuldi hann skitsa tað upp. Hetta gekk bara væl. Síðan skuldi skrivast danskur stílur. Har fekk hann mg, svarandi nøkurlunda til tað, sum vit kenna sum 8. Hetta var eisini nóg gott hjá einum, sum ikki hevði danskt sum móðurmál.
Skjótt kemur boð aftur frá politinum um, at hann skuldi byrja beinanvegin. Hetta skiltu tey væl á handverkaraskúlanum, tað var alt í lagi at fara av skúlanum.
Síðan gekk Hans Petur trý ár á politiskúlanum og fekk so starv. Lønin var tá kr. 257 um mánaðin, og teir giftu fingu 70 krónur eyka. Húsaleigan var 70 krónur um mánaðin. 36 krónur fóru í skatt um ársfjórðingin. So tað vóru ikki stór tøl.
Sjópoliti
Tá ið útbúgvingin var liðug fór Hans Petur at starvast sum politistur. Hann fær starv í sjópolitinum. Sum gamal fiskimaður, sum eisini hevði skiparapappír, var hann hampiliga sjálvskrivaður til eitt slíkt starv.
Sjópolitiið var sett á stovn sum mótspæl til týska eftirlitið av danska sjóøkinum.
Danir høvdu fýra skjóttgangandi bátar. Vanliga vóru teir fýra mans við, men teir kundu eisini klára seg við minni. Teir skuldu hava eftirlit við øll skip, sum komu og fóru úr havnini. Tá ið tað vóru so stór skip, at tey ikki kundu leggja at, vóru bæði týskarar og danir, sum høvdu eftirlitið.
Tað vóru eisini viðhvørt týskarar við bátunum. Vanligir týskir hermenn vóru einki problem. Teir vóru ofta úr Hamburg, har nasisman ikki hevði somu fastatøkur sum aðra staðni í Týsklandi.
Men størri vandi var, tá ið SS-arar eisini mannaðu bátarnar. Men teir vóru eisini mettir sum ein hóttan av vanligu týskarunum, sum góvu donsku politustunum tekn um, hvør av týskarunum, ið var SS-ari, so teir kundu vara seg.
Politiið mátti gera skitna arbeiðið
Undir krígnum vóru umstøðurnar heilt serligar. Støðan var jú tann, at formelt var tað danska stjórnin, sum framvegis hevði ræðið. Men reelt vóru tað týskarar, sum vóru hægsta vald. Stjórnin varð trýst at eftirlíka týskarum í síni kúging av fólkinum. Her var støðan alment tann, at víst máttu danskir politikkarar taka avgerðir, sum gingu útyvir borgararnar. Men alternativið kundi vera, at týskarar beinleiðis tóku valdið, og tað hevði verið so nógv verri.
Tey, sum stóðu fyrst fyri skotum, var politiið. Hetta kom rættuliga til sjóndar, tá ið Týskland legði á Sovjet í 1941. Tá gav hersetingarvaldið boð um at taka allar teir leiðandi donsku kommunistarnar og at seta teir í varðhald. Hetta var beinleiðis í stríð við grundlógina. Danska stjórnin álegði politinum at gera hetta. Grundgevingin var, at um danir ikki gjørdu tað, gjørdu týskarar hetta sjálvir. Seinni varð samtykt ein lóg í fólkatinginum, sum gava heimild til ikki bert at handtaka leiðandi kommunistar men eisini slík, sum kundu hugsast at fara at gerast kommunistar!
Hans Petur var tó ikki við í hesum tiltaki, men hetta vísir hvussu truplar umstøðurnar vóru.
Tey fyrstu árini undir hersetingini vóru sum so friðarlig, men seinni, tá ið mótstøðurørslan tók seg upp, gjørdist meira buldrasligt. Hetta var eisini samstundis, sum tað fór at ganga eftir hæli hjá týskarum á hermótunum, serliga í Russlandi. Týskarar svaraðu eisini harðliga aftur móti donsku mótstøðuni.
Eina ferð hendi so tað, at danska stjórnin metti, at hon ikki longur kundu átaka sær at eftirlíka týsku krøvini, og hon legði frá sær 29. august 1943. Restina av krígnum varð Danmark stýrt av eini embætismannastjórn.
Hjálptu jødunum at flýggja
Fyrst í oktober 1943 gav Hitler boð um at handtaka donsku jødarnar og at senda teir í týningarlegur. Boðini vórðu tó likin út frammanundan, so flestu jødarnir fingu møguleika fyri at flýggja tvørtur um Oyrasund til Svøríki. Tað vóru nógvar góðar kreftir, sum hjálptu til, at hetta skuldu eydnast. Millum hesar var eisini sjópolitiið, sum kundi geva boð um rutuna hjá týska eftirlitinum í Oyrasundi. Teir høvdu sínar føstu rutur, og tí kundi sigast, hvar týska eftirlitið var statt til eina og hvørja tíð. Tá kundu ferðirnar við flóttarfólki lagast eftir, nær týskarar ikki vóru í farvatninum.
Tað eru nógvar søgur um, hvussu hetta gekk fyri seg. Greitt varð eisini frá hesum í røðini Matador. Í nógvum førum máttu jødarnar fyrst fáast til Norðursæland, haðani teir skuldu flytast til Svøríki. Her krógvaðu teir seg í fleiri førum á kirkjuloftinum í Gilleleje, til farturin var klárur. Tað stóð nógv á teimum og nógv grótu. Ein kendur politikkari, sum mátti flýggja var Erling Olsen. Hansara navn ljóðar ikki so jødiskt, men mamma hansara var jødi.
Maurentius var ein hetja
Ein, sum eisini var sera virkin í flyting av jødum og øðrum flóttarfólki var Maurentius Poulsen úr Ljósáum, og hann kendi Hans Petur væl. Maurentius var skipari á eini galeasu, hann gjørdi ein fantastiskan innsats at hjálpa fólki í neyð, eisini jødum.
Maurentius var føddur 1899 við Ljósá. Hann var til skips sum vanligt var tá. Men í 1937 fór hann at sigla við donskum skipum, og í 1942 fór hann at føra galeasuna Marie. Teirra uppgáva var alment at sigla millum Sæby sunnanfyri Skagen og Keypmannahavn.
Millum reiðaran og mótstøðurørsluna var gott samband, og tí løgdu teir ofta leiðina inn í svenskan sjógv ella svenska havn við fólki, sum rýmdi undan Gestapo. Maurentius segði sjálvur, at hann hevði ført einar 40, meðan aðrir hildu tað vera meira.
Maurentius plagdi at gera pláss til flóttarfólkið í lastini. Altíð hevði hann eitt tómt pláss framvið skottinum, tá ið hann fermdi ølkassar, so fólkið kundi krúpa inn hagar undir oljutangunum.
Ein av teimum, hann førdi til Svøríki, var ein av leiðarunum í mótstøðurørsluni Flemming Juncker
Tað endaði eisini við, at Maurentius varð avdúkaður og tikin. Men tá var so tætt við krígslok, at hann slapp væl burtur úr tí.
Hans Petur minnist, hvør stórhending tað var heima hjá teimum, tá ið Maurentius hevði útvegað teimum appelsinir úr Svøríki. Hetta var ein av teimum mongu vørunum, sum als ikki fekst í Danmark. Tað kann lesast meira um hugtakandi søguna hjá Maurentis í Stríðárini, bind 6, hjá Niels J Arge.
Tað eydnaðist eisini at bjarga teimum flestu av teimum 7.000 jødunum, sum vóru í Danmark, og hetta er ein innsatsur, sum hevur skapað Danmark eitt gott eftirmæli millum annað í Holocaust-savninum í Jerusalem.
Tað vóru nakrir hundrað jødar, sum kortini vóru tiknir. Teir vóru sendir til Theresienstadt, har teir høvdu tað ræðuligt. Fleiri av teimum doyðu eisini.
Her kann leggjasrt afturat, at systirin Gretha og maður hennara eisini vóru virkin at goyma og hjálpa jødum. Fyri hetta fingu tey viðurkenning aftaná kríggið frá jødiska samfelagnum í Danmark. Men hetta vildi Hans Petur ikki vita um tá. Tað ráddi um at vita sum minst, so einki var at fortelja, um tað gekk galið.
Politiið verður tikið av týskarum
Viðurskiftini harðnaðu millum danir og týskarar. Eitt úrslit av hesum var týska avgerðin um at handtaka danska politiið, sum teir ikki søgdu seg hava álit á longur. Hetta hendi tann 19. september 1944. Kl. 11 var falskur luftalarmur, og tá ið politistarnir møttu upp á teirra støðum, vóru teir handtiknir. Fleiri staðni vóru skot, og onkur politistur varð eisini dripin í hesum sambandi. Her var eisini onkur svíkjari. Ein av teimum kallaðist Noreen. Hann møtti eisini upp í hesum sambandi og peikaði út fleiri av politistunum yvirfyri týskarunum. Men enn verri var, at hann fekk nakrar av tiknu politistunum at ringja eftir starvsfeløgum, sum ikki vóru til arbeiðis, og fleiri teirra vóru eisini tiknir. Noreen varð fyrst deyðadømdur aftaná kríggið, men hetta var seinni broytt til 20 ár at sita, men hann varð longu leysur aftur í 1953.
Tað eydnaðist nógvum politistum at fara undir jørðina, men umleið 2.000 vórðu sendir til konsentratiónslegur, teir flestu til Buckenwald. Her var ikki gamansleikur at vera. Í hesum legum doyðu 80 politistar. Hans Petur kendi fleiri av teimum. Fleiri aðrir komu heim aftur til Danmarkar eftir kríggið sálarligir niðurbrotnir.
Tá ið politiið hvarv, gjørdist fullkomið lógloysi í Danmark. Týsksinnað yvirgangslið, sum Schalburgkorpsið og Hipo, høvdu nú heilt frítt at virka, og tað var eingin, sum kundi halda týsku framferðini aftur. Fleiri av teimum politistum, sum sluppu undan handtøkuni, fóru eisini uppí mótstøðurørsluna.
Annars var tað heilt tilvildarligt, hvørjir politistar, ið fóru í týsku felluna hendan 19. september. Hans Petur var nú sera heppin í hesum sambandi. Júst hendan dagin hevði ein starvsfelagi biðið Hans Petur um at býta um vakt við seg. Tískil hevði hann frí júst hendan vanlukku dagin.
Mátti fara undir jørðina
Hans Petur visti ikki av nøkrum, fyrr enn ein granni kemur inn og sigur, at politiið er tikið. Nú ráddi um at fara undir jørðina. Tað bar sjálvsagt ikki til at vera heima. Roknast kundi jú við, at týskarar komu at møta upp heima hjá honum, og tá ráddi um ikki at vera við hús. Tískil mátti Hans Petur fáa sær falskt samleikakort og flyta heimani frá. Konan og dóttirin fluttu samstundis heim til hennara foreldur.
Hesa tíðina fekk Hans Petur sær arbeiði sum múrari, so nú kom hansara upprunaliga útbúgving honum aftur til góðar. Nú var eisini aftur eftirspurningur eftir múrarum.
Hans Petur var annars aftaná merkiliga óansin, og kundi hetta endað galið, um illa gekk til. Hansara pistól lá á hansara tænastustaði á havnalagnum, so ein dagin ger hann av at fara eftir henni. Hendan dagin er ein polakkar har sum vaktarmaður. Hann sær Hans Petur nærkast, og hann nevar eftir honum at sleppa sær burtur sum skjótast. Tað ger hann eisini og sloppið var.