Hansa framleiðir línur og teymar til fiskiflotan

- Tað var ein avbjóðing fyri meg at skifta starv, tí eg hevði einki sæð av hesum áður. Kortini tók tað ikki langa tíð, til eg var trygg við nýggju umstøðurnar og nýggja virksemi, sigur 66 ára gamla Hansa Frederiksberg

Til arbeiðis

Tað ber saktans til at fara í heilt annað arbeiði, tá tú ert komin nakað upp í árini.
66 ára gamla Hansa Frederiksberg av Toftum er eitt prógv um tað. Hon stórtrívist í tí starvi, sum hon fekk fyri næstan 11 árum síðan. Eftir at hava verið í handilsvinnuni sum krambakvinna í mong ár og eitt skifti í fiskaframleiðsluni á Faroe Seafood á Toftum, fekk hon starv í framleiðsluni av línum og teymum hjá Teymavirkinum, sum nú húsast undir góðum umstøðum í Søldarfirði.
- Eg frætti, at Teymavirkið kanska hevði brúk fyri fólki. Uttan at kenna nakað sum helst til hesa framleiðslu, spurdi eg meg fyri og fekk starv beinanvegin.
Hansa sigur, at tá hon byrjaði á virkinum, vóru tað fólk, sum settu hana inn í framleiðslugongdina.
- Eg fekk kunnleika um alla framleiðsluna við eitt nú spinning av línu og teymum og at seta klips upp á línurnar. Sjálvandi var hetta ein avbjóðing fyri meg, tí eg hevði einki sæð av hesum áður. Eg haldi kortini, at tað gekk skjótt framá, og tað tók ikki langa tíð, til eg var trygg við nýggju umstøðurnar og nýggja virksemi.
Tá Hansa byrjaði hjá Teymavirkinum, var framleiðslan av línum og teymum í bygninginum, har Berglon er í dag.
- Tað var her, at alt gekk fyri seg. Vit høvdu umleið helmingin av miðhæddini og allan kjallaran, og eg helt, at hølisumstøðurnar tey fyrstu árini vóru góðar. Hetta var tað, sum var, og vit vistu ikki um nakað annað.

Hon stórtrívist
Fyri trimum árum síðan tók Teymavirkið í nýtslu eina nýggja og stóra framleiðslu-og goymsluhøll í Søldarfirði.
- Tá varð alt framleiðsluvirksemið flutt inn hagar, og her eru umstøðurnar sera góðar, sigur hon.
Hansa er sera fegin um sítt arbeiðspláss, og hon stórtrívist.
- Arbeiðsumstøðurnar eru sera góðar, fólk eru ómetaliga fitt og vinarlig, og tú finnur ikki eina betri leiðslu enn hana, sum vit arbeiða undir.
Í framleiðsluni av línum og teymum í Søldarfirði eru tilsamans seks fólk, fýra menn og tvær kvinnur.
- Hin kvinnan, Joanna Hansen, sum er ættað av Nesi, byrjaði á virkinum einar tveir mánaðir seinni enn eg. Í dag fáast vit báðar mest við at spinna teymar og seta klips á línur. Vit skiftast um at gera hesi arbeiði, og eg haldi, at tað riggar sera væl. Í aðrar mátar taka vit eisini lut í øðrum arbeiði í framleiðsluni, tá tørvur er á tí.
Hansa sigur, at meginparturin av framleiðsluni gongur fyri seg við sjálvvirkandi maskinum, og tí kennist dagurin ikki beinleiðis so kropsliga strævin.
- Tað er ikki nógv lyfting, og hevur tú góða heilsu, er starvið eingin trupulleiki, tó at tú ert troytt, tá dagur er lokin. Hóast eg eri 66 ár, havi eg ongar ætlanir um at gevast á Teymavirkinum. Nú er bara at vóna, at heilsan verður góð og førleikin hareftir, soleiðis at eg kann røkja hetta starv, sum mær dámar so væl, í nøkur ár aftrat.
Spurd, um nógvur gangur stendst av maskinunum, sigur hon, at hetta er ikki nakar trupulleiki.
- Maskinurnar, sum spinna línuna, larma nakað, men vit hava oyravernd, sum vit kunnu brúka, tá hesar koyra, leggur hon aftrat.

Handilslívið
Hansa fór av saltfiskavirkinum hjá Faroe Seafood á Toftum og inn á Teymavirkið at arbeiða. Tá hevði hon verið í fiskaframleiðsluni í sløk tvey ár.
- Eg vil siga, at lívið sum krambakvinna hevur verið mítt lívsstarv, tá hugsað verður um øll árini, eg fekst við hetta.
Í hálvt áttanda ár arbeiddi hon soleiðis í handlinum, sum Ernst Hansen, sáli, hevði í kjallara sínum á Toftum. Eftir at Ernst var givin at handla í 1984, arbeiddi hon í handlinum Ítriv, sum Judith Johannesen hevði í Saltangará, og meðan maður hennara eitt skifti arbeiddi í Havn, var hon hjá Krás, sum Poul Hansen tá hevði í Havn.
- Um heystið í 1990 byrjaði eg so at hjálpa Herdis í kioskini á Glyvrum. Eg arbeiddi hjá henni nøkur kvøld um vikuna, og síðan plagdi eg at arbeiða annað hvørt vikuskifti ella so, sigur Hansa Frederiksberg.
Hon og maður hennara, Karstin, sum er ættaður av Strondum, eiga trý børn. Tey eru Piddi (45), Óli (46) og Tórunn (43).
Karstin, sum er fyltur 68 ár og soleiðis er farin um pensjónsaldur, hevur siglt sum maskinmaður eitt langt arbeiðslív.
Hansa Fredriksberg er ættað úr Nýggjagerði á Toftum.