Hansa Petrea Poulsen: Pápin hevði fyrsta kokkaskúla í Føroyum

Tað eru nokk so nógvar barnagravir við steini í gamla kirkjugarði. Um børnini sjálvi kann sjáldan skrivast nógv. Men foreldrini hava sína søgu, og tað hava tey eisini hjá 4 ára gomlu Hansu Petreu

Óli Jacobsen

Pápi Hansu Petreu, Palle Poulsen, var ættaður úr Norðragøtu. For­eldr­ini vóru Jóan Pauli og Elsa í Polliða. Jóan Pauli doyði við fyrsta gøtuskipinum, Tulip, í 1904, tá ið Palle bert var 3 ára gamal.
Við sama skipi fórst Hans Jacob Hansen, giftur við Miu, sum var umrødd í næststseinasta parti av hesi røð í sambandi við umrøðuna av Oteliu Hansen.
Mamma Palla, Elsa f. Olsen, ætt­að úr Søldarfirði, systir Hans bónda, sat eftir 32 ára gomul við 4 børnum. Tað elsta av teimum var Eliesar Poulsen f. 1898, sum seinni gjørdist ein kendur klaksvíkingur. Næstur honum var Olaf f. 1899. Hann giftist til Vágs við Elsu í Sápu­húsinum, ættað úr Porkeri. Tey fingu ikki børn sjálvi men fostraðu upp Óluvu, dóttir Palla Bager. Yngst av systkjunum var Olga f. 1903, sum var ógift.
Jóan Pauli, pápi Palla Bager, var ein raskur maður. Hann hevði lagt sær gerði inn, sum hann hevði gyrt við stórum gróti, og hann hevði bygt sær sethús í gerðinum. Nú hevði hann eisini verið við til at keypa skip til bygdina bara 29 ára gamal.
Hann var sonur Hans David Poulsen – Liða Dáva - og fyrru konu hansara, Elsu Mariu f. Gregersen, ættað úr Kunoy.
Elsa hevði lært at baka, og hon bakaði fyri handlar í Klaksvík og í Vági, hagar tey fluttu, eftir at maðurin var deyður. Palle var mammuni til hjálpar, og hetta var eisini neyðugt, um húskið skuldi hóra undan. Í 1915 fór Palle til skips við Sunbeam, har Gunnar Daniel­sen, ættaður úr Søldafirði, var skipari. Seinni fór hann við Mariu hjá Tummasi við Kráir í Vági. Palle fór fyrst í bakaralæru hjá mammu síni og síðan hjá N.J. Mortensen á Tvøroyri.
Í 1924 fór Palle at arbeiða í baka­rínum hjá Frants Restorff í Havn. Hann fór undir sjálvstøðugt bakara­virksemi í 1931. Hetta gav ikki nógv at byrja við, men sum frá leið gekk tað heilt væl.

Undangongumaður
Ein eldri havnarmaðurin segði um Palla Bager, at hann var ein sannur framburðsmaður.
Hann hevði bakarí, og eina tíð undir krígnum hevði hann eisini mat­stovu. Hann var tann fyrsti, sum seldi mat, at taka við sær, so sum heitar pylsur, ís frukt og soda­vatn. Hetta gjørdi hann á ólavsøku og eisini til fótbóltsdystir. Palle var eisini tann fyrsti sum seldi ís. Hann hevði eina lítla ísmaskinu at vinda við hond, og eina sølubúð, sum kundi flytast. Hon stóð til dømis uttan fyri Sjónleikarhúsið á ólavsøku.
Palle var eisini fyrsti bakarin, sum eftir kríggið fekk oljufýring til bakaríið.

Fekk sær kokkaskúla
Palle fór um hesa tíðina undir at hava kokkaskúla. Fyrst var skúlin hjá Guttorm Poulsen og síðani hjá Johannes Klett í Bringsnagøtu.
Skúlin bygdi á føroyskum støði. Palle savnaði nakrar uppskriftir, sum hann í 1939 gav út sum kókibók undir navninum “Matgerð umborð á føroyskum fiskiskipum”.
Frá miðjan av tríatiárunum og fram til heimsbardagan vóru tað ikki so fáir kokkar, sum høvdu fing­ið sína útbúgving frá Palla. Nakrir hildu fram í Danmark og komu at sigla sum hovmeistarar við størri ferðamannaskipum.
Palle fekk hugskotið til kokka­skúla, tá ið hann var 1. kokkur við Ananu, sum róði út við bátum í Grønlandi i 1935 og 1936. Samlaða manningin var 160, so tað kravdu sín mann at vera kokkur.
Heimaftur komin er tað, hann fer at hugsa um kokkaskúlan, tí eingin av kokkunum umborð var kokkalærdur.
Palle hevði hendan skúlan tríggj­­ar vetrar undan seinna heims­­­­bar­daga. Hann undirvísti við tí til­fari, hann kundi fáa fatur í, mest slík­­­um, sum hann evn­aði til sjálv­­ur.
Næmingarnir rindaðu sjálvir lær­una. Palle søkti um stuðul til rakst­­urin, men hann var longu givin, áðr­enn nakar peningur var játt­­aður. Hann fekk kortini ein lítl­­an styrk til prent­ing av kokka­bókini.

Kokkabókin
Palle skrivaði í fororðinum til kokka­bókina:
»Í mong ár hevur verið tosað um, at kosturin umborð á fiskiskipum okkara ikki var, sum hann átti at vera, og er tí neyðugt at fáa eina broyting. Tað krevst at manningin fær góðan og væl tilgjørdan kost tær løturnar, teir kunnu loyva sær at skaffa.
Uttan at nerta við, hvat kokk­arnir fáa av tilfari á teim ymsu skip­­unum, skal bert verða sagt, at meðan hin óroyndi kokkurin lítið og einki fær burtur úr tí besta tilfari, kann ein dugandi kokkur gera mangt væl og nýtiligt, so ikki nýtist at fáa uppí saman.
Fýra ár eru nú umliðin, síðan byrjað var við kokkaskúlanum í Havn. Næmingarnir hava tikið væl undir, og ætlanin er tí at halda áfram við kokkaskúlanum á hvørj­um ári.
Við hesi bók, ið verður nýtt sam­­bært kokkaskúlan í Havn, er ætl­anin at veita leiðbeining í van­ligari matgerð umborð í skipi.
Eftir teimum fylgjandi upp­skrift­unum kann ein gera góðan, ódýran og hóskandi mat, og vón­andi verður bókin til nyttu, hvat tí dygdargóða og økonomiska við­víkir.
Kokkaskúlin kom ikki at halda áfram, eftir at bókin kom út. Kanska hevur heimsbardagin spælt inn. Men sjónarmiðini hjá Palla um kokkaútbúgving og matgera eru eins avgerandi í dag.
Kokkabókin var 23 síður, og her eru 58 uppskriftir, líka frá út­vatning av klippfiski til tesnittur og plukkfisk.

Føddur í Gøtu
Palle var føddur 15.7. 1901 við Gøtugjógv. Hann var doyptur í Gøtu kirkju 25. 7. sama ár.
Hann giftist við Onnu Helenu Simonsen f. 20.4 1905 av Velbastað. Hon var dóttir Petur og Hansinu f. Vang, ættað av Bøgarði i Kaldbak.
Tey fingu hesi børnini, sum øll vóru fødd í Havn:
Erling, f. 1928
Hansa Petrea (1930-1934)
Sigfred f. 1931
Óluva f. 1933
Hansa Petrea f. 1934, uppkallað eftir systrini
Anna Poulina f. 1936
Elisabeth f. 1938
Leivur f. 1941
Rosa f. 1944
Birgith f. 1946
Árni f. 1947
Anna og Palle fluttu til Danmarkar í 1954. Hon doyði 1981. Palle giftist aftur og doyði í 1994.

Kelda: Poul á Kletti
----


Komandi partur
Í komandi parti um tríggjar vikur verður greitt frá grøvini hjá Jacob Poulsen, sum var sonur Polla Vilhelm.