Hvat gert tú fyri at halda teg sunna?
- Eg er likamliga virkin. Tað er mest við rógving, men eg svimji eisini, og eg renni og íðki yoga.
Tað sigur Hansina á Plógv, sum vísir á, at hon roynir sum mest at eta sunnan mat, sum ikki er tilgjørdur.
- Eg royki ikki og drekki ikki – bara eitt glas av víni aftur við matinum fríggjakvøld, sigur hon brosandi.
Hvønn týdning heldur tú, at rørsla hevur?
- Rørsla hevur stóran týdning, og likamlig rørsla er alneyðug, tí hon heldur kroppin sunnan og er við til at halda sjúkur sum blóðtrýst, diabetes 2 og aðrar lívstílssjúkur burtur.
Hevur tú tað betur likamliga og sálarliga við at vera virkin?
- Bæði likamliga og sálarliga ger rørsla meg glaða, og eg fái hug at vera enn meira virkin.
Hansina á Plógv leggur aftrat, at rørsla gevur henni nógva orku, sum hon gleðist um hvønn dag, og sálarliga hvílir hon í trúnni á Jesus.
(Í VikuskiftisSosialinum síðsta fríggjadag, sum framvegis fæst til keyps í blaðsølunum, settu vit fokus á heilsu)
Lesið eisini -
- Eg eri ikki ein “heilsu-freak” - https://www.in.fo/news-detail/eg-eri-ikki-ein-heilsu-freak