Hanus er nýggjur skrivari hjá Fólkaflokkinum

Fyrrverandi tingmaðurin er nýggjur í starvinum sum skrivari hjá Fólkaflokkinum á tingi

Hanus Samró er nýggjur skrivari hjá Fólkaflokkinum í Løgtinginum

Sum vit hava skrivað her á in.fo, so løgdu báðir teir løntu skrivararnir hjá Fólkaflokkinum, Johnny í Grótinum og Regin W. Dalsgaard frá sær í kjalarvørrinum á orrustuni í Fólkaflokkinum.

 

Hanus Samró sigur, at hann nú er skrivari hjá Fólkaflokkinum.

 

Tað er annars Mona Breckman Wescott, sum er skrivari, men hon er í farloyvi, og vóru Regin W. Dalsgaard og Johnny í Grótinum settir sum skrivarar fyri hana. Tað stóð á heimasíðuni hjá Løgtinginum í síðstu viku. Hesa vikuna vóru nøvnini hjá teimum tikin burtur aftur, men nú er, sum Hanus Samró sigur, hann lønti skrivarin hjá Fólkaflokkinum, sum tað eisini stendur á heimasíðuni. Hanus Samró sigur, at hann tók við beinanvegin sum skrivari, men at tað er ikki varð formaliserað fyrr enn í vikuni.

 

Hanus Samró var eisini skrivari hjá Fólkaflokkinum í Løgtinginum frá 2018-2021. Hann var eisini løgtingsmaður fyri Fólkaflokkin frá 2011 til 2015.

 

Les eisini: Kanning: Andstøðan vinnur á samgonguni

 

Nýggja leiðslan í Fólkaflokkinum er uttan iva fegin í dag, tí veljarakanningin hjá spyr.fo, sum portalurin kunngjørdi í morgun, er søtur lensaður í mun til ta lemjandi kanningina, sum Kringvarpið kunngjørdi 14. november, tá Fólkaflokkurin minkaði niður í helvt og fekk bara fýra tingfólk. Sambært kanningini í morgun verður afturgongdin hjá Fólkaflokkinum bara helvtina so stór, 5,3 prosent og tveir tingsessir, og flokkurin fær seks tingsessir.

 

##med2##

 

Hanus Samró er nýggjur skrivari hjá Fólkaflokkinum í Løgtinginum

Her er nýggja yvirlitið yvir skrivarar hjá flokkunum á Løgtingi