Hanus Sørensen hevur skrivað nýggjan trý ára sáttmála við FC Midtjylland. Hann flutti úr Føroyum, har hann spældi við HB, til Danmarkar at spæla við FCM í januar í fjør.
- Vit eru sera fegin við at leingja sáttmálan við Hanus. Hann er ein sera skjótur spælari, fúsur at renna og sera sterkur, sigur Flemming Broe, akademistjóri hjá FC Midtjylland.
- FC Midtjylland er eitt gott stað at vera, bæði hvat fótbólti viðvíkur og persónliga. Her hugsað tey um at menna spælarar hvønn dag, og tað haldi eg hevur hjálpt mær nógv. Eg havi veruliga ment meg nógv hesa tíðina í felagnum, sigur 17 ára gamli Hanus Sørensen við heimasíðuna hjá felagnum.
- Vit hava nógvar dugnaligar venjarar og tú hevur allar møguleikar at gerast ein betri fótbóltsspælari her. Karmarnir eru meiri enn í lagi, so tú kanst hugsa 100 prosent um fótbóltin, skúlan og vinirnar, sigur føroyski u19-landsliðsspælarin.