Hósdagin tann 21. oktober kl. 16 verður bókin GULLGENTAN eftir Hanus Kamban løgd fram í Norðurlandahúsinum.
Rithøvundurin hevur tað seinasta árið hildið til í býnum Freiburg í Suðurtýsklandi. Býurin liggur í statinum Baden-Württemberg, við at kalla 11 milliónum av íbúgvum. Freiburg er ein sokallaður “grønur” býur, við góðum sporvognsneti, stórum bilfríum miðøki og reinum vatni, skolandi gjøgnum veitir í høvuðsgøtunum. Freiburg fekk fyri nøkrum árum síðani eina europeiska virðisløn fyri sína fagurfrøðiliga og umhvørvisliga frálíku býarskipan. Borgmeistarin er jødi.
GULLGENTAN er eitt savn við tíggju stuttsøgum. Tær flestu av søgunum eru skrivaðar í Freiburg, stuttan tein frá, har skógurin Schwarzwald tekur við. Tekstirnir umboða eina snaring í Hanusar søgukynstri, soleiðis at skilja, at lesarin í teimum verður leiddur út ígjøgnum veruleikans dyr – og inn í dreym, søgn, ævintýr og framtíð.
Permumyndin er eftir ta ungu listakvinnuna Silju Strøm, sum somuleiðis hevur tríggjar myndir inni í bókini.
Tiltakið er skipað soleiðis, at høvundurin fyrst sigur nøkur orð um býin Freiburg, har hann nemur stutt við mentan og heimspeki og við tann serliga týska áhugan fyri Norðurlondum.
Síðani sigur hann nøkur orð um bókina. Tekstirnir í GULLGENTUNI eru ógvuliga ymiskir, men aftan fyri teir eru nøkur yvirskipað motiv og tankamynstur, sum neyvan við fyrsta lesnaðin eru so sjónlig, men sum gera bókina til eina heild. Nøkur av hesum motivum tekur høvundurin fram í síni umrøðu. Til seinast lesur hann nøkur brot upp, og at enda fáa fólk høvi til at seta spurningar.
Fólk fáa somuleiðis høvi til at keypa bókina fyri ein lagaligan prís. Um fólk vilja, setir høvundurin sín autograf í bókina.
Øll eru vælkomin. Tiltakið, sum er ókeypis, varar o.u. ein tíma.