Hanus Kamban skrivar science-fiction

- Man má hava eitt opið sinni og endurnýggja seg, sigur 67 ára gamli rithøvundurin Hanus Kamban, sum er farin at royna seg sum science-fiction høvundur

Tað verður ein heldur øðrvísi Hanus Kamban, fólk fara at hoyra á norðurlendskum tiltaki á universitetinum í týska býnum Basel 6. Apríl. Føroyski rithøvundurin fer nevniliga millum annað at lesa onkra av sínum nýggju science-fiction søgum, sum koma út í heyst í nýggja savninum Gullgentan.
Hanus Kamban hevur arbeitt við nýggja stuttsøgusavninum síðani í summar, og science-fiction ella vísundaskaldskapur og fantastikkur, sum høvundurin nevnir tað, er eitt tema, sum rennur gjøgnum savnið. Onnur tema í savninum eru líðing, pína, kvinnukúgan og pedofeli.

Gloymd sjangra
Hóast Hanus Kamban er mest kendur fyri sínar realistisku stuttsøgur, er áhugin fyri science- fiction ikki nýggjur.
- Longu sum heilt ungur týddi eg onkrar slíkar stuttsøgur hjá Ray Bradbury. Eisini havi eg altíð verið sera hugtikin av søgunum hjá mæta science-fiction skaldinum J.G. Ballard, men eg haldi sum heild, at hendan sjangran hevur verið eitt sindur undirmett.
Seinnu árini er science-fiction tó komin inn aftur í hitan hjá bókmentafrøðingum, vísir Hanus Kamban á. Sjálvandi finst eisini nógv vánaligt í hesi sjangruni, men tey fægstu hava givið sær far um, at tað finnst nógv science-fiction, har skaldsliga støðið er framúrskarandi gott.
Júst hvat tað er, sum er so hugtakandi við science fiction, er kanska eitt sindur ringt at seta orð á, heldur Hanus Kamban.
- Tá eg byrjaði at lesa science-fiction sum heilt ungur, var tað nokk eitt slag av veruleikaflýggjan frá einum gráum gerandisdegi. Og soleiðis bleiv hetta bókmentaslagið nokk í stóran mun eisini fatað, also sum ein flýggjan inn í ein annan heim. Seinni eru vit komin eftir, at science-fiction ofta nettupp ikki er ein flýggjan, men snýr seg um okkum sjálvi og okkara tíð.
Í øllum førum er hetta eitt slag av skaldskapi, har tú kanst tamba rák og tankar í tíðini heilt har út, har tað varpar eitt ofta sera hvast ljós á okkara tíð. Og í so máta eru søgurnar í Gullgentan eisini eitt slag av kritiskari samtíðarviðmerking, greiðir Hanus Kamban frá.
Men science-fiction søgurnar eru eisini ein liður í at endurnýggja seg sum rithøvunda, viðgongur hann.
- Sum rithøvundur er tað umráðandi at koma víðari. Og tað gert tú ikki bara við at taka eina avgerð um, at nú fert tú at gera okkurt nýtt. Endurnýggjan kemur best við at halda sinnið opið, fylgja væl við og ikki minst lesa so nógv, sum tú yvirhøvur fært tíð til av øðrum høvundum, sigur Hanus Kamban.

Kamban í Basel
Størsta partin av nýggja savninum hevur Hanus Kamban skrivað síðani í summar, tá hann og konan Kirsten Brix fluttu til Freiburg í Týsklandi at vera í eitt ár. Ætlanin var at taka eitt sabbatár, men okkurt hava tey tó gjørt til nyttu. Eisini Kirsten Brix hevur fingist við at skriva ymiskt, millum annað bókmentakritikk, og á norðurlendska tiltakinum 6. Apríl í Basel fer hon at greiða frá rákum í føroyskum bókmentum síðani 1980. Umframt søgur úr Gullgentan, fer Hanus Kamban eisini at lesa onkrar yrkingar úr savninum Café Europa.
Í Týsklandi er áhugin fyri føroyskum bókmentum rættiliga stórur, og hongur hetta nokk lutvíst saman við týska áhuganum fyri norðurlendskum bókmentum sum heild, heldur Hanus Kamban.
- Týskarar hava nokk eina romantiska hugmynd av Norðurlondum, sum nakað serliga eksotiskt. Men eg haldi eisini, at áhugin hongur saman við okkara rótfestu fólkaræðisligu traditión, sum týskarar jú vóru illa royndir av undir nazistunum, sigur Hanus Kamban.