Ein røð av leiðarum nýttu høvið at luttaka á Ársins leiðaradegi, sum Synergi trúliga skipar fyri ár undan ári.
Og tað var ársins almenni leiðari í fjør, Heðin Mortensen, sum setti dagin.
»Tað var mær ein stórur heiður at taka ímóti tilnevningini sum ársins leiðari í fjør.
Sum politiskur leiðari eri eg vanur við javnan at skula vigast og veljast fyri tað, sum eg avriki. Men tað var kortini ein serstøk kensla at verða vigaður og valdur av øðrum leiðarum fyri leiðaragerningin og ta leiðslu, sum eg havi útint.
Sum ovasti leiðari fært tú sjáldan afturmeldingar fyri tað, sum tú avrikar – ella fyri tað, sum tú stendur fyri. Tí gevur ein slíkur heiður ikki bara eina góða kenslu, men eisini eina ábending um, at man ið hvussu so er fyri ein part er á rættari leið – ikki bara sum politikari, men eisini sum leiðari«, segði Heðin Mortensen.
Borgarstjórin nýtti eisini høvið at takka Synergi fyri tiltakið.
»Til Synergi vil eg at enda siga, at aftur í ár hava tit megnað at sett saman eina sera spennandi og kveikjandi skrá fyri okkum leiðarum. Hetta, at leiðarar eina ferð um árið hittast um viðkomandi evni, práta og læra hvør av øðrum, hevur so sera stóran týdning. Ikki minni týdning hevur tað, at fokus verður sett á leiðslu – at halda leiðsluuppgávurnar fram sum nakað serligt, sum er nógv vert, og sum kann menna bæði hin einstaka og samfelagið. Tí eri eg takksamur fyri, at Synergi skapar hetta høvið fyri okkum. Takk skulu tit hava fyri tað! Við hesum orðum seti eg leiðaradagin 2012. Og ynski øllum ein góðan leiðaradag«, segði Heðin Mortensen.
Dómsnevnd
Tað ber til hjá øllum at innstilla fólk til Ársins leiðarar, men tað eru ávísar treytir, ið skulu lúkast.
Talan skal verða um ovasta stjóra á einum stovni, fyritøku ella felag. Eisini kann verða talan um formann ella –kvinnu í einari nevnd. Leiðarin skal hava víst áræði og dirvi, skal vera nýhugsandi og skal geva øðrum leiðarum íblástur.
Í síðsta enda verður tað ein dómsnevnd, ið ger av, hvør fær heiðurin sum Ársins leiðari innan tað almenna og tað privata.
Tríggir kandidatar vórðu innstillaðir í hvørjum bólki. Talan var um Haldis Joensen, leiðari á Heiminum við Vallarlíð, Gunvá við Keldu, borgarstjóra í Klaksvík og Hanus Joensen, skúlastjóra í Kommunuskúlanum.
Dómsnevndin, sum ger av, hvør ársins leiðari skal vera, er mannað av Bergur Poulsen, stjóri á Havsbrún, Kitty May Ellefsen, nevndarforkvinna í Vága Floghavn og Magnus Tausen, stjóri á Nám.
Í grundgevingini fyri at velja Hanus Joensen sum ársins almenna leiðara sigur dómsnevndin, at hann
• hevur megnað góð faklig úrslit, støðuga menningb og nýhugsan á fleiri økjum og sjónligheit fyri Kommunuskúlan hóast avmarkaðar karmar bæði fíggjarliga og hølisliga
• hevur megnað væl at profilera Kommunuskúlan í almenna rúminum við nýggjum, spennandi verkætlanum og viðmerkingum í skúlamálum
• hevur megnað at savna lærarafjøldina um Kommunuskúlan og tað grundarlag, skúlin byggir á
5-mannafar
Tríggir kandidatar vórðu somuleiðis innstillaðir innan tað privata. Talan var um Søren L. Bruhn, stjóra í Suðuroyar Sparikassa, Johanna á Bergi, stjóri í Faroe Ship, og Hendrik Egholm, stjóri á Magn.
Dómsnevndin grundgav soleiðis fyri valinum av Søren L. Bruhn:
• Hevur á skilagóðan hátt stýrt einum lítlum, lokalum banka/sparikassa millum skerini undir sera truplum fíggjarligum umstøðum
• Hevur verið frammaliga í samfelagskjakinum á fíggjar- og eftirlønarøkinum umframt at hann hevur víst á neyðugar bygnaðarbroytingar á m.a. kommunala økinum
• Hevur eina medferð, sum eggjar starvsfólkum og kveikir aðrar leiðarar
Søren L. Bruhn segði millum annað í sínari takkarrøðu, at hann sammetti Suðuroyar Sparikassa við eitt 5-mannafar.
Um hinir stóru bankarnir vinna kappingina fyri 10-mannafør, so klappa vit og ynskja teimum tillukku. Hjá okkum ræður um at vinna kappingina móti hinum 5-mannaførunum, segði Søren L. Bruhn.
Hann nýtti sjálvandi eisini høvið at takka sínum starvsfólkum, eins og hann nevndi stóra týdningin, sum ársins leiðaradagur hevur fyri føroyskar leiðarar.
Hanus Joensen og Søren L. Bruhn fingu hvør sín málning av sær sjálvum, sum Janus Guttesen hevur teknað.