Hanus og Týr enda á Vágsbøi

Hóast útlendsku nøvnini eru stór, so enda bæði fríggja- og leygarkvøldið við føroyskum nøvnum á stóra pallinum hjá Summar Festivalinum Endaliga skráin til festivalin varð kunngjørd á flags-netinum á miðdegi í dag.

Og í mun til í fjør, so er í ár betri rúm fyri føroysku nøvnunum á stóra pallinum. Í fjør var tað bert Kim Hansen av teimum føroysku nøvnunum, sum slapp í part á stóra pallinum, tá upprunaliga skráin varð løgd. Men tjúkki mjørkin á flogvøllinum gjørdi tó broytingar neyðugar. Broytingar, sum dyggiliga staðfestu, at føroysku nøvnini so sanniliga eisini høvdu tak á mongu festival-gestunum. Og helst er tað hetta, sum ger, at fyrireikararnir í ár hava skapt enn betri karmar til størstu føroysku nøvnini.

 

Skráin fyri festivalin er hendan:

Hósdag

TORGIÐ

18.30: Silvaland letur upp

19.15: 25 Oyru

20.30: Happy Jazz

21.00: Karaoke - fríur pallur

23.30: Jens Marni Hansen

 

FLAGS

19.45: Guðrið Hansdóttir

22.30: Banaroo (D)

00.30: Høgni Lisberg

 

Fríggjadag

SILVAPALLUR

15.30: Silvafestivalur - Silvi bjóðar vælkomin

15.45: Gyklarin Ásbjørn og eldblásarin Óli

16.00: Trølla-Pætur og Trølla-Omman og nýggja Trølla-ommusysturin

16.30: Angela og Hannibal

17.00: Silvaland letur upp

 

TORGIÐ

19.00: Kári Cool tekur orðið

19.15: Ung Stjørnuskot

21.00: Stanley

02.00: Høgni Reistrup

 

FLAGS

20.00: Deja Vu

00.00: Jógvan Hansen

02.30: Eyðun Nolsøe

 

STÓRI PALLUR

22.00: Scorpions (D)

01.00: Hanus G. Johansen

 

Leygardag

TORGIÐ

15.00: Angela og Hannibal

17.00: Jensina Olsen

19.00: Kátu Hornini

21.00: Simmi og tey

00.00: Eyðun, Terji & Kim

 

FLAGS

16.30: Petur Háberg

18.45: Brandur

20.30: Side Effect

23.30: Páll Finnur Páll

02.00: The Dreams

 

STÓRI PALLUR

13.30: Flúgvandi á festival

14.00: Amy Diamond (SE)

15.30: Heine Lutzen

17.30: Bryan Rice (DK)

19.30: Vestmenn

22.00: Kim Wilde (UK)

01.00: Húskallar

02.45: Týr