Hanus Vang og Sandvíkir

Hanus Vang er aftur farin í hernað fyri at fáa okkum burtur av Sandvíkum. Hóast hetta málið hevur verið jaglað væl og virðiliga bæði í friðingarnevndunum og í øllum relevantum stovnum tey seinastu tíggju árini, og er komið út í hinum endanum við bláum stempli til okkara fyrimun, roynir hann framhaldandi at øsa fólk ímóti okkum.

 

Simme Arge Jacobsen

vegna ÍSF, Skjótisamband Føroya og Veiðifelagið Byrsumúla


Tórshavnar Býráð hevur lagt økið út til frítíðar- og ítróttaøki og keypt tað frá Jarðarráðnum til hetta endamálið, og tað er júst tað, sum Hanus Vang í síðsta enda sigur seg vilja fremja: At hetta vakra økið kann verða varðveitt sum frítíðarøki burturav, og ikki fara fyri skeyti sum t.d. ídnaðarøkið uppi á Hjalla.

Føroyar eru eitt sjáldsama vakurt land, sum vit eiga at fara væl um, kanska betri enn gjørt verður sum er, og mong eru tey plássini, sum í vakurleika kunnu dragast fram um heildina sum natúruperlur, og sum kanska áttu at fingið status sum frítíðarøkir.

Eitt av teimum er Sandvíkir, har er bæði vakurt og veðurgott, og Hanus Vang átti at verið glaður, nú tað verður varðveitt, sum tað er. Men tað er neyvan fyri vakurleikan, at hann vil friða. Hví ikki eisini friða Hvítanes, Hoyvík, Boganes, Strond og hvat veit eg?

Tað sum fær hann at stríðast so hart er, hann fyri alt í verðini vil forða okkum í at vera í Sanvíkum. Og hann fer sum vanligt lættliga um veruleikan í sínum altráðu royndum at fremja hetta málið.

Hann legði ikki stórt í akkurát vakurleikan, áðrenn vit komu har í 87. Tá lá alt økið í órøkti, gásaflokkur helt til har, állur treivst væl í veitunum, og seyður kundi ikki ganga á mýri-lendinum, tí hann fekk orm. Har fleyt við allskins óhumsku frá mongum árum, so tað mest minti um eitt Bukvald. Tað tók okkum eina drúgva viku við trillibøru at rudda økið. Grundin til, at vit av fyrstan tíð sluppu at vera har, var júst tann, at økið kortini ikki kundi brúkast til nakað, tí har var so váttligt.

Nei, Sandvíkir hevði ongan góðan, fyrrenn vit komu har at vera.

Rættin var tað einasta har, sum var í brúki tá, og hon hevur verið brúkt øll árini uttan mein frá okkara síðu, Hon liggur als ikki á tí økinum, talan er um, so hon fer framvegis at fáa frið fyri okkum.

At rættin skal vera frá landnáms tíð, er skotið nakað langt við síðuna av, og at hon enn bert er laðað, er helst tí at eingin hevur lagt í at spekkað hana.

Satt er, at tað er gott hjá seyði at hava atgongd til tara, tá ið smátt er av øðrum góðum. Men ikki man hetta vera so umráðandi hjá vælfóðraðum seyði í dag?

Og so er tað skrønan um betongið! Betong má ikki verða brúkt til skjótibreytir, hetta sigur seg næstan sjálvt. Í heila tikið er skjóting ein ítróttur, hvar nat-úran sum minst verður órógvað. Víst verður eisini til úrskurð hjá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni.

Viðvíkjandi útgerðini hjá okkum í Sandvíkum verður víst til loyvir frá Tórshavnar Kommunu.

Hanus Vang er ikki bóndi longur, og ein spyr seg sjálvan, hvønn áhuga hann so man hava í at arbeiða so hart uppá at friða Sandvíkir. Tað er sum nevnt neyvan fyri vakurleikan, han stríðist, tað er heldur persónligt agg ímóti okkum, sum hann enn einaferð ætlar at fáa friðingar-mydugleikarnar at hjálpa sær við at fremja.

Men samanumtikið eru royndir hansara ein tunnligur tekoppur at servera fyri tilkomnum fólki.