Nógv tos er um at fyribyrgja happing í samfelagnum. Bæði á arbeiðsplássum, alnótini, stovnum, skúlum o. s. fr.
Hvussu kunnu vit vænta høvisleika, og góðan og virðiligan málburð av børnum, og ungdómi okkara, tá ið politikarar og almennir persónar dagliga gera tað øvuta í almenna rúminum?
Gamaní snýr politikkur seg um at fremja sín egna flokk, og seg sjálvan sum persón, og royna at kasta so ringt ljós á mótpartin sum gjørligt. Hetta er bara ikki ein máti, ið er fyrimyndarligur fyri borgaran.
Hetta er júst tað sama sum happing – at kasta ringt ljós á ein annan, fyri at man sjálvur framstendur betri. Hóast hetta er skeivt, skal vera pláss fyri heitum kjaki og undirhaldi, men beinleiðis at leggja eftir øðrum persónliga, fremur ikki nakað gott.
Politikarar eiga at tola kritikk sigur man. Tað skulu teir eisini. Trupulleikin er signalið, ið verður sent út í samfelagi, tá ið man ikki vísir virðing fyri mótpartinum.
Umboðini í Tórshavnar kommunu eiga at ganga undan á hesum øki, við at kjakast virðiliga, hóast man ikki er samdur í øllum. Hetta er í øllum førum tann mátin, ið eg framhaldandi fari at arbeiða eftir, bæði í valstríðnum, og um eg verði valdur inn í býráðið.
Høgni Midjord í Stovuni