Happing má bannast við lóg

Ógvuslig happing er framvegis gerandisdagur hjá nógvum børnum, og pressaðir lærarar lata eygu og oyru aftur fyri at møta hørðum fakligum krøvum, meðan eingi lógarfest krøv eru um trivnað. Hetta sigur trivnaðarráðgevi, Anna Dalsgaard, í viðmerking til søguna hjá Helga Breiner um happing í Gøtu skúla


Tann happing, sum Helgi Breiner greiddi frá úr Gøtu skúla, fer framvegis fram í dag, sigur trivnaðarráðgevi, Anna Dalsgaard og vísir til úrslitið av nýggjari happikanning.

Helgi Breiner setti í vikuni anlit og navn á tað happing, sum eitt ótal av føroyskum børnum hava verið - og framvegis eru – offur fyri. Helgi Breiner greiddi frá, hvussu hann hevði kent seg happaðan og forfygldan øll árini, sum hann gekk í barnaskúlanum. Happingin myndaði hann sum persón, tí hann misti álit á sær sjálvum, øðrum og lívinum sjálvum.

Anna Dalsgaard, trivnaðarráðgevi, gleðist um, at onkur torir at standa fram og fortelja sína søgu, tí vit hava brúk fyri at síggja, at tað eru verulig menniskju, sum verða rakt, og at hetta ikki bara er ein spurningur um hagtøl og teori.

- Søgan hjá Helga Breiner er beint eftir bókini. Eg eri ikki kløkk um tað, sum hann fortelur. Eg kenni fleiri líknandi søgur, men eingin torir at siga sína søgu alment, tí Føroyar eru eitt so lítið land, og evnið er so sárt og knýtt at skomm, har tann happaði, á sama hátt sum incestoffur, kann kenna tað, sum hann sjálvur hevur skyldina av tí, sum er farið fram, sigur Anna Dalsgaard.

Happing er ótrúliga álvarsom, og ein ótrúliga álvarsamur trupulleiki, sigur hon. Og júst fylgirnar vísa hvussu álvarsligt hetta málið er og hvussu týdningarmikið tað er, at nakað verður gjørt við tað, staðfestir Anna Dalsgaard.


Pressaðir lærarar

Happing fer fram á nógvum ymiskum niveauum og uppá nógvar ymiskar mátar, og Anna Dalsgaard sigur, at vit mugu endiliga ikki halda, at vit sum vaksin síggja alla happing.

- Man noyðist at fara aktivt inn fyri at finna út av um happing fer fram. Og um man billar sær inn, at man sær happingina, so sleppur happingin at fara fram óhindrað.

Stórur trupulleikin er, at tann vaksna verðin – bevíst og óbevíst – letur eyguni aftur, at tað fyriganga ting millum børn, sum vit ikki síggja, leggur Anna Dalsgaard herslu á.

Hon sigur, at starvið hjá einum lærara er so pressað innan tað fakliga við nógvum lógarfestum krøvum, sum skulu uppfyllast.

- Men tað stendur ongastaðni í nakrari lóg, at tú skalt syrgja fyri, at børnini trívast og hava tað gott og ikki happa hvønn annan, so tað er skjótt, at hetta økið kemur at halta, og at lærararar - fyri at uppfylla fakligu lesiætlanina - onkuntíð noyðast at lata eygu og oyrur aftur fyri trivnaðinum.

Millum annað við at fáa tað inn í lógarverkið, soleiðis at man upp á ein ella annan hátt forpliktar bæði skúlaverkið, men so sanniliga eisini myndugleikarnar, til at taka tingini í álvara og syrgja fyri at tað verður gjørt nakað konkret, so tað ikki bara verður sovorði yvirornað snakk, yvirornað hugtøk, sum ein og hvør kann vera samdur í, at vit skulu øll snakka pent við hvønn annan og vit skulu øll hava tað gott, men hvussu ger man tað í praksis, og tað er har tað haltar. Tí tað er eingin enn , sum er farin 100 prosent inn og tikið ábyrgd av, at tað skal gerast.


Happing má bannast

Anna Dalsgaard sigur, at tað eru nógvir góðir lærarar, sum duga at lofta trivnaðartrupulleikum, og gera nógv fyri at steðga happing. Men tað er ikki nokk, at ávísir flokkar hava tað gott. Myndugleikarnir mugu tryggja øllum sama rætt.

- Í summum flokkum kundi ein søga sum Helga’sa ikki farið fram, tí tað eru nakrir lærarar – og nógvir lærarar – sum taka henda trupulleika í stórum álvara, men tað er alt ov óskipað, og í flokkinum við síðuna tí góða, trygga flokkinum kann vera eitt barn, sum fær somu lagnu sum Helgi.

Ikki fyrr enn myndugleikin tekur ábyrgdina, kunnu vit síggja ting, sum virkuliga muna. Lógarfest krøv mugu til, sigur Anna Dalsgaard, trivnaðarráðgevi.