Happing møgulig orsøk til skúlaskjóting

Í dag sigur finska løgreglan, at orsøkin til skjótingina, har ein 12 ára gamal drongur er undir illgruna, kann vera happing

Í vikuni varð ein skúlaskjóting í Finnlandi orsøk til, at ein 12 ára gamal drongur læt lív, og tvær gentur vórðu særdar.

 

Genturnar liggja báðar framvegis á sjúkrahúsi.

 

Í dag sigur finska løgreglan, at orsøkin til skjótingina, har ein 12 ára gamal drongur er undir illgruna, kann vera happing.

 

Hetta veit tíðindastovan, Reuters, at siga í dag.

 

Eftir hendingina, segði finska løgreglan, at skjótingin var løgd til rættis og framd á ein andstyggiligan hátt.

 

 Onnur gentan, sum varð særd og framvegis liggur á sjúkrahúsi, hevði dupultan ríkisborgararætt.

 

- Ríkisborgararætturin hjá henni er í Finnlandi og Kosovo.

 

Løgreglan leggur aftrat, at drongurin, sum læt lív og onnur gentan, sum liggur á sjúkrahúsi, hava finskan ríkisborgararætt.