Harðar hvirlur seinni í vikuni

Veðrið í dag

Lot til andøvsgul av útsynningi, 3 til 8 m/s, sum út á dagin snarar vindin í ein landsynning og øtlar vindin í andøvsgul upp í ein strúk í vindi, 8 til 13 m/s. Fyrrapartin verður turt og sólglottar, men seinni verður skýggjað av útsynningi og seinnapartin og um kvøldið fer at regna. Í nátt lækkar hann í ein sunnan og makar vindin eitt vet. Hitin um 7 stig.

 

Týsdagin

Gul til stívt andøvsgul av suðri, 5 til 10 m/s. Fyri tað mesta skýggjað og stundum regn, men út á dagin klárar í, tó okkurt æl. Hitin millum 6 og 10 stig.

 

Mikudagin

Gul til stívt andøvsgul av suðri, 5 til 10 m/s, sum út á dagin øtlar vindin í andøvsgul upp í ein strúk í vindi av landsynningi, 8 til 13 m/s, út á náttina stívt andøvsgul upp í hvassan vind, 10 til 15 m/s, og møguliga harðar hvirlur. Mest skýggjað og sum frá líður stundum regn. Hitin millum 6 og 10 stig.

 

Hósdagin

Stívt andøvsgul upp í hvassan vind av suðri, 10 til 15 m/s, møguliga harðar hvirlur. Samdrigið og ælaveður og um náttina meiri regn. Hitin millum 6 og 10 stig.

 

Fríggjadagin

Stívt andøvsgul upp í hvassan vind av suðri og landsynningi, 10 til 15 m/s, í løtum upp í skrið, 18 m/s, og harðar hvirlur. Fyrst skýggjað og regn, seinni samdrigið og ælaveður. Hitin millum 5 og 10 stig.

 

Leygardagin

Stívt andøvsgul upp í hvassan vind av suðri og útsynningi, 10 til 15 m/s, um náttina lot til andøvsgul av útsynningi og vestri, 3 til 8 m/s. Samdrigið og ælaveður. Hitin millum 5 og 8 stig.