Hóast teir libysku uppreistrarmenninir langt síðani hava fingið ræðið á høvuðsstaðnum Tripoli, gera hermenn hjá Muammar Gaddafi framvegis harða mótstøðu aðrastaðni í landinum. Nú eru sera harðir bardagar um býin Sirte, haðani Gaddafi er ættaður. NATO-flogfør hava bumbað mál í býnum, men uppreistrarmenninir fáa kortini harða mótstøðu.
Ein talsmaður fyri uppreistrarmenninar sigur, at uppreistrarmenn við stríðsvognum og kanónum hava tikið seg inn í býin og nærkast miðbýnum, men at hermenn hjá Gaddafi liggja uppi á moskum og almennum bygningum og skjóta.
Dóttir Muammar Gaddafi segði í gjár, at pápi hennara fer at halda fram við bardaganum, og at hann hevur nógv vápn eftir.