Har leið tað hungur og hall

SEYÐUR. Tá seyður kemur sær í óføri, verður farið eftir honum til tess at hjálpa stakkalinum aftur á gongdar leiðir. Sosialurin var við, tá eiðismenn tóku ær úr óføri

Orð og myndir:

Edvard Joensen


Hóast níggju og níti liggja so trygg við grasgóð ból, so kemur tað meira enn so fyri, at tað eina skýtist av haga og kemur sær í óføri. Tá er bara eitt hjá røktingarmanninum at gera. Hann má kenna síni og leggja nógv fyri til tess at fáa tað eina, sum manglar í fylginum, aftur.

Nú hendan dagin vóru eiðismenn eftir eini ær, sum hevði staðið heldur leingi í eini torvu heiman fyri Heimastugjógv í Ritaskorunum. Í síni leitan eftir føði var hon lopin niður og slapp ikki uppaftur. Har stóð hetta ólukkudýrið so, sum tað stendur í sálminum, og leið hungur og hall. Vøllurin var mestsum allur avetin og traðkaður til eitt runudíki. Ein gjóta var at fara um longur heim í bergið, og har hevði hon funnið sær bólstað, soleiðis, at hon fekk lagt seg á ein lítlan pall, har einki hall var.

Ikki var hon løtt at síggja úr erva. Men ein forvitin ferðamaður, sum var farin fram við eggini við myndatóli, hevði lagt merki til hana og boðaði røktingarmonnunum frá. So varð farið avstað beinanvegin fyri at fáa hana upp, áðrenn fráboðaði landnyrðingurin kom. Tí illa er hugsandi, at hon hevði hildið leingi út har í andglettinum.


Tað gamla er farið

Nýggja tíðin er eisini komin til sigmenninar. Nú eru tað ikki tær tjúkku, tungu bjargalínurnar, sum berast skulu av fleiri monnum, sum nýttar verða, tá slíkt, sum at taka eina ær úr óføri, verður gjørt. Nú er tað nýmótans fjallaklintraraútgerð við klænari línu, sum isar í, tá á stendur. Reimum um miðu og lør og metalkrókum at hefta við. Um eggina verður lagdur ein tjúkkur slangustubbi, sum verjir minst líka væl sum bergstokkurin. Og so er alt nógv lættari at bera. Stungið niður í ein ryggsekk frá Skótabúðini, sum ein maður tekur á bakið og uttan ampa ber við sær.

Teir koma við bili oman á Møl. Røktingarmenninir Petur og Olivar saman við skótanum Høgna, sum eigur hesa nýmótans bjargalínuna, sum brúkast skal í dag.

Lítil hávi verður gjørdur burtur úr, áðrenn farið verður. Ein fer í termodrakt, eina annar í føroyska troyggju. Heldur kalt er, so húgvurnar verða ikki gloymdar. Og tá Høgni hevur pakkað ryggsekkin og blaðmaðurin hevur fingið myndatólið gjørt klárt, verður farið til gongu.

Gingið verður út undir hamrinum út á Tippi. Eitt sindur váttligt er í bønum, og heldur bratt er, so onkur ger eitt sovorðið kast av og á, Men einki reyvafall kortini. Farið verður upp stíggin, og so er tað bara ein løta, til vit eru komnir út móti Heimastugjógv, har ærin, vit fara eftir, stendur.

Kannað verður eftir, um hon man standa har enn, ella um hon er fairn út av í nátt. Hon hevur so flutt seg úr torvuni, sum vit síggja bein inn í, tá vit koma út á eggina heimanfyri. Nei, hon hevur lagt seg heiman fyri gjótuna, beint undir, har vit standa, og tað letur ikki til, at hon veit av okkum.


Gjøgnum alt

skursl og grót

Tosað hevur verið um, meðan gingið varð, hvussu best var at gera. Avrátt var, at Olivar skuldi fara einsamallur niður fyrst. Skemtandi helt hann fyri, at tað var helst best, at tann lættasti varð sleptur útav.

Tað var skjótt, at hann hevði latið seg í »selatoyið« og krøkt í. Petur fór út á upsina at ansa línuni, meðan Høgni sat við.

Hendan nýggja síðingin er ikki sum fyrr var. Her verðut gjørt fast í erva, øll lína blakað útav, og so lesir maðurin seg niður við spennum, hann hevur á línuni. Hann klárar alt einsamallur, um tað skal vera.

Men eingi óráð skuldu takast fyri kortini, so varisliga varð farið fram. upsin ruddað fyri leyst grót, og Petur hevði vakið eygað við, hvussu línan lá, hvar ærin var, og hvussu Olivar best skuldi flyta seg.

Men tað var nú eingin trupulleiki kortini. Ærin var ógvuliga góð at samstarva við. Fyrsta maðurin var komin niður, fór hon av sær sjálvum niðan gjøgnum gjótuna, har hon ikki fekk farið so skjótt, fyri smágrótinum, sum rutt var oman so við og við. Olivar tók hana beinanvegin, og so var bara at seta klønu línuna, Petur hevði við til tað sama, á hana.

Ája, hon varð leidd heilt upp at hamrinum. Gjørt varð á han og so varð hon drigin upp, til tað fekst i nakkan á henni, og so var sloppið.

At fáa mannin upp aftur var als eingin trupulleiki, og tað var bara ein lítil løta, so var alt avriggað aftur. Línurnar gjørdar upp. Nýggja bjargalínan pakkað aftur í ryggsekkin. Petur hevði ta klønu um herðarnar, og ærin fór so væl nøgd sjaggandi heim gjøgnum slætta hagan.

Hon var ikki væl fyri, stakkalin. Hevði helst staðið har í nógvar dagar og var heldur kløn og eitt lítið sindur skinklut.

Men í tað sum treyst ikki var kortini. Hon helt beina leið heim á Mølina, har hon kom saman við øðrum seyði, sum helt seg fram at har, tær plaga at fáa hoyggj.

Men ikki var liðugt so kortini. Tí úti á Torvanesi stóðu tvær ær fastar í fjøru. Tær vóru farnar tvassandi niður at fáa sær tara og sluppu nú ikki uppaftur. Ov mikið av runi var í sjónum til, at tær sluppu heim undir Skarðhamar aftur. So ikki gjørdist annað enn at fara niður á helluna eftir teimum og hiva tær upp fyri hamaran.

Hesaferð fóru tríggir mans niður, og eisini hetta gekk upp á stás. Tær vórðu sleptar niðan í bøin og fóru so hugagóðar niðan í Kollsbyrgi at eta víðari. Hugsaðu ikki annað enn at fáa sær upp í vombina.

»Men eingin av teimum bjargaðu veit, hvør torfør var hendan ferð.«

Hóast ikki kann sammetast við tann hirðan, sum sungið verður um í sálminum um tey níggju og níti, sum lógu so trygt, er ein ávís líkheit kortini. Sanniliga leggur føroyski hirðin væl fyri, tá hann lesir seg niður av upsini at taka eina ær, sum er komin sær í óføri. Og veruliga kundi tað verið soleiðis, at ...»lívið var burtur, um fótur var gleið.«

Men eisini her varð hann styðjaður so, hann snávaði ei.