Har mentanarvøggan stóð

Úr Efesos er mentan komin. Her eru í fornøld bókmentir skrivaðar , sum framvegis dagliga verða lisnar um allan heimin at kalla. Her við leikpallin hevur Homer ivaleyst sitið og lítt á sjónleikir, hann ikki sá, tí hann var blindur, og her hava menn sum Paulus og Johannes gingið millum húsanna, á torgum, og hvør veit, kanska eisini á sjálvum pallinum, og hildið sínar missiónstalur

FJÓRÐI PARTUR

FerÐafrásøgn
Orð og myndir
Edvard Joensen
???????
Efesos: Vit eru á veg oman eftir gøtuni, frá bókasavninum yvir til leikpallin. Tað stóra amfiteatrið, sum enn stendur so væl varðveitt við sínum umleið 25.000 sitiplássum løgdum í steinrøðum niðan brekkurnar í hálvringi ella so kring tann ikki so øgiliga stóra pallin.
Her hava gingið kendir menn eftir hesi gøtuni. Ymisk hava ørindi teirra verið, men fleiri hava í hvussu er havt ávíst samband við bæði bókasavnið og leipallin longri niðri.
Gøtan er snotilig enn. Kann ikki ætla, hvussu her hevur sæð út, tá býurin var upp á tað besta við súlnagongjum í bæði borð, marmorlagdari vegbreyt og flottum bygningum allastaðni.
Vit taka okkum oman eftir við streyminum. Nærkast nú leikpallinum, og onkur steðgar við eitt torn stutt uttan fyri høvuðsinngongdina til pallin.
Og her veit ferðaleiðarin aftur eina søgu at siga. Ikki um tann blinda Homer, sum kanska hevur gingið júst her og hugsað sær til Illiónskvæðið, ella hvussu hann skuldi fáa sagt søguna um Odysseus. Nei, nú var tað aftur Paulus, sum her fekk eina søgu lagda aftur at teimum mongu, sum longu eru sagdar um tann mannin.
Tí her í hesum torninum skuldi tað vera, at teir settu hann inn til verju fyri hann sjálvan móti teirri østu mannamúgvuni, sum við herrópinum "Stór er Artemis Efesosmanna" vildi gera enda á honum, tá silvursmiðirnir við templið kendu, at her var vandi á ferð, nú hendan nýggja trúarrørslan, sum boðað varð um alla Asiu, var við at fáa fótafesti.
Sligin og bardur
Her hevur annað enn mentanarsjónleikir verið framført á hesum palli, vit nú ganga inn á. Her var tað jú, at tann stóra mannamúgv-an savnaðist, sum vildi gera enda á Paulusi, tá tað frættist í býnum, at hann var við at gerast ein meinbogi hjá handverkarunum, sum livdu av at selja minnislutir við templið.
Guð viti, um sama hevði hent, um onkur í dag møtti upp á stórum bønarmøtum og fór í hernað møti sølu av fløgum og lyklaringum og hvat tey nú ganga og selja í tí Harrans húsi, sum vera skuldi ein halgidómur, men í mongum føri minnir ikki sørt um eitt marknaðartorg, sum tey, Paulus var við at rudda í Efesos.
Og hann kendi á sínum kroppi, at hetta var ikki væl umhildið, sum hann gjørdi. Ikki bara í Efesos, men so víða um, lógu teir eftir honum, sum valdið høvdu. Bæði andaligt og tímiligt. Bardur varð hann og kastaður í fangahús. Onkuntíð í tað innara. Og leinkjaður við ketu um beinini, fyri at hann ikki skuldi rýma, hóast hann var so avhølvaður, at ivaleyst hevur ikki verið húðarlepi á bakinum.
Men sama gjørdi, og seiggið hevur verið øgiligt, hóast hann, sum søgumenn og guðfrøingar vilja vera við, var sjúkligur til. Hevði millum annað malaria, halda teir. Og so var tað hetta við húðfleingingini.
Einki at siga til, at hann gekk hokin framyvir, var lágur at síggja til og hjólbeintur. Og skallutur eisini. Ikki beinleiðis nøkur Hollywood fyrimynd, sum Arne Falk Rønne einastaðni tekur til.
Kanska ikki so løgið, at hann á seinni ferð ikki vildi leggja at í Efesos, men helt seg burtur frá býnum.
Men tað var nú als ikki so við hesum góða torn kortini, sigur ein annar ferðaleiðari, sum komin er við øðrum bólki.
Hetta tornið var eftir hansara útlegging brúkt til vaktarhald. Eitt slag av havnarskrivstovu, sum fylgdi við, hvørji skip komu í havn. Og at tað so var beint uttan fyri sjónleikarapallin, var helst skilagott, tí har fingust ivaleyst altíð lossingamenn, tá nú fultsett var innanfyri.
Pavarotti og vit
So standa vit her umsíðir. Eftir allan hendan túrin oman gjøgnum hendan fantastiska býin, eru vit nú á tí søguliga stað, sum fekk so nógv pláss í Apostlasøguni í samband við tann uppreistur, Paulus var um at byrja.
Niðri á eini marmorfløtu, sum ikki er stórt víðari enn ein hálvur hondbóltsvøllur.
Upp frá hesum lítla pallinum reisa seg hesi øgiligu røðini av sitiplássum, sum eru so vísiliga gjørd, at tú við vanligari talu niðri á pallinum, væl kann skiljast av teimum, sum í erva sita.
Vit hava frætt, at her hava verið hildnar konsertir aftur í nýggjari tíð. Stór nøvn, síggja tit. Her hava verið Elton John, Sting, Diana Ross og Pavarotti. So hvat skuldi verið í vegin fyri, at eisini ein tíggjundi flokkur úr Føroyum sang ein sang her. Tað er so rímiligt.
Og so tekur dirigenturin støðu, og nakrir av floksfeløgunum, og leiðarin, fara at syngja einki minni enn ta føroysku barnamentanina í einum ørindi.
?Vilt tú, vilt tú, vilt tú, vilt tú,
vilt tú
koma við mær heim í á.
Júmen, júmen, júmen, júmen,
júmen
lítla sílið sært tú tá.?

Vit fáa ongar lógvabrestir uttan frá okkara egnu áhoyrarum, sum, langt har uppi í aðru sektión, hoyrdu hvørt orð hart og týðuliga.
Men vit hava sungið at mentaðum stað. Og einki hava vit staðið aftan fyri Pavarotti ella onnur, sum dagliga nýta eina rúgvu av tekniskari útgerð fyri at hoyrast.
Men tað sleppa tey ikki at gera í Efesos aftur, tí fornfrøðingarnir her siga, at ristingarnar frá hesum anleggunum eru so ógvusligar, at tær oyðileggja steinsetingina og góða akkustikkin. Og tað hava jarðsjálvtarnir ikki klárað.
So endar alt
Dagurin líður nú so væl, at sólin er við at linka í megi. Men enn er Artemistemplið eftir, og tað er mest at rokna sum halgibrot at fara úr Efesos, uttan at hava vitjað hetta eina av fornaldarinna sjey undurverkum.
Men tú eigur at vera fyrireikaður uppá, at her er lítið at finna. Tað vita vit eisini, og seta tí heldur ikki so stórar vónir til hendan partin av vitjanini.
Tó hava vit frætt, at heilt stutt haðani, leivdirnar, sum komnar eru undan aftur, verða vístar, er annar halgistaður, sum tey kristnu hava tikið til sín. Einki minni enn gravstaður Jóhannesar apostuls og evangelist. Og hann er jú ikki smávegis maður at hava liggjandi. So hansara gravstaður er væl vardur. Eisini í einum muslimskum landi.
Eg dugi nú ikki rættiliga at skilja hesa ræðsluna, fólk á okkara leiðum hava fingið prentaðað í seg fyri muslinum. Havi hitt ikki so fáar, sum allir í okkara samfelag høvdu verið roknaðir sum skilafólk og ivaleyst ikki høvdu skilt seg úr mongdini, um teir gingu her á einumhvørjum føroyskum flakavirki.
Og av mentanarstøðum, eg ymsastani havi vitjað, eru rættiliga nógv gomul, kristin stórverk, so sum kirkjur og aðrir bygningar, í londum, har muslimska trúgvin er tann mest útbreidda, sum muslimarnir beinleiðis hava vart og hjúklað um.
Tí undrar tað als ikki, at her í einum muslimskum landi, beint yvir av tí gamla Artemistemplinum við síðuna av eini muslimskari mosku, liggur prýðilig kristin kirkja við tí stolta navninum Johannes Basilika.
Hvør tosar um tolsemi í einum heimi, har vit stovna politiskar flokkar fyri at halda ávísum átrúnaði í hevd, heldur enn í sínum stilla sinni at dyrka hesa trúgv, sum tá ivaleyst hevði livað nógv betri.
Royndir høvdu undan Paulusi verið gjørdar at forkoma Artemistemplinum. À teirri nátt, tá Alexander Mikli varð føddur, var Artemis burturstødd fyri at hjálpa til við hesi søguligu føðing. Og tá eydnaðist tað einum sinsforvirraðum ungum manni, nevndur Herostratos, sum so fegin vildi sleppa í søgubøkurnar, at fáa sítt ynski uppfylt við at seta eld á hetta stóra templið.
Men tað var, hóast nógv ár gingu, bygt uppaftur og kom aftur til heiður og æru. Fyri síðan, eins og mikli býurin beint við, Efesos, at verða køvt av egnum lorti í eini typtari havn og at enda av eini lítlari malariaflugu.
Og fólk tók burtur av tilfarinum og brúkti at byggja sær hús av longri úti. Alt eftir sum landið vaks, og strondin fluttist longri og longri burtur frá niðurfaldum pakkhúsum í teirri einaferð so trafikeraðu havnini í Efesos.
Og her lógu so hesir pallarnir, har tær hendingar, sum Apostlasøgan so livandi sigur frá, fjald í øldir, til ein enskur arkitektur, sendur av British Museum, einaferð langt úti í næstseinastu øld fann templið aftur.
Men vit hava í dag fingið so nógv input á harðdiskin, at nú er farið at sansa at í erva, og eftir sum sólin hevur gjørt sítt til at brenna lokið, verður hildið, at her fer ferðin í Efesos at enda á hesum sinni.